Í hesum døgum kann bilasølan Reyni Service í Havn hátíðarhalda 50 ára føðingardag. Tað var Sigird av Reyni, sum í 1947 fekk umboð fyri Morris bilar í Føroyum. Hann hevði verkstað í Sigmundargøtu úti í Rættará.
? Sigird av Reyni var útlærdur elektrikari, men tá hann kom aftur til Føroya aftan á kríggið, hevði hann fingið áhuga fyri bilum. Hann hevði nomið sær kunnleika til bilfakið niðri, har hann eitt skifti arbeiddi á einum bilverkstað, greiðir Eivind av Reyni, sonur Sigird, frá.
Sigird av Reyni fekk skjótt aðrar menn at hjálpa sær. Fyrstur varð danin Frits Jensen, vanliga nevndur Bugli-Jensen, ið kom til Føroya seinast í fýratiárunum. Seinni fekk hann afturat sær Sverra Djurhuus. Reyni Service var sostatt fyrsta rættuliga bugluverkstað í Føroyum, har bilar eisini vórðu lakkeraðir.
Sigird tók
sær av bilasøluni
? Frits Jensen dugdi sera væl við hondunum, og var tað ikki av ongum, at hann varð nevndur Bugli-Jensen, greiðir Eivind av Reyni frá.
Tá hesir menn nú høvdu tikið yvir umvælingararbeiðið av Morrisbilum, fór Sigird av Reyni aftur at arbeiða sum elektrikari. Men hann hevði kortini alla tíðina bilasøluna um hendi, og helt til í húsinum við síðuna av verkstaðnum - har Pólar akkumulatorsølan heldur til í dag.
Í 1969 tók tann tá 20 ára gamli Eivindur av Reyni yvir verkstaðið.
? Pápi helt tað ikki vera so skilagott, at eg skuldi fara í læru í okkara egna umhvørvi, og fór eg tí í læru hjá Frits Jensen, sum fyrst í 60?unum byrjaði fyri seg sjálvan í Gundadali, har hann eisini seldi Fiatbilar. Tá flutti eisini Sverri Djurhuus út í Hornabø við sínum verkstað.
Fluttu niðan í Hoyvíkar í 1978
Tað vóru framvegis Morris bilar, sum vórðu seldi hjá Reyni Service. Men tað gjørdist ov trongligt niðri í Rættará, og varð tí gjørt av at flyta niðan í Hoyvíkar, har verktaðið nú heldur til. Hetta var í 1978, og tá fór Reyni Service eisini at selja Austin bilar eitt tíðarskeið. Men í 1980 skifti bilasølan frá ensku Morris til Japansku Toyota.
Stórt arbeiðspláss
Bilasølan Reyni Service er í dag eitt stórt arbeiðspláss. Tá verkstaðið í 1978 flutti niðan í Hoyvíkar starvaðust 12 fólk á verkstaðnum og í bilasøluni. Men nógv er broytt síðani 1978, og er talið á starvsfólkið trífaldað. Í dag starvast 36 fólk hjá Reyni Service.
Reyni Service er eisini tann bilasølan, sum hevur selt flestar bilar seinnu árini. Tað var fyrst í 80?unum, at rættulig gongd kom á bilasøluna, og hevur Reyni Service øll árini frá 1986, við undantaki av 1994, selt flestar bilar. Eisini í ár liggur Reyni Service á odda
.
Selt um 4.000
bilar í hálva øld
Eivind av Reyni hevur ikki nakað yvirlit yvir, hvussu nógvar bilar Reyni Service hevur selt, men heldur hann at talið man ligga um 4.000 bilar øll árini síðan 1947.
Men at keypa bil í dag í mun til fyrr er ikki tað sama. Tá kundi tú ofta bíða í einar fýra mánaðir, áðrenn tú fekst bilin, men soleiðis er ikki í dag, sigur Eivind av Reyni.
? Í dag hava vit javnan einar 25-30 bilar á goymslu - fyri at kundin skal hava nakað at velja í.
Hátíðardagurin á Reyni Service verður hildin fríggjadagin.
Frá klokkan 14 - 18 verður móttøka, og klokkan 15 kemur Sverri Djurhuus at hugleiða um tíðina úti í Rættará