Sement 2026 verður flutt til oktobur

Sementkappingin – sum seinastu árini eisini er ment til eina showcase, sjónvarpssending og masterclasses og fakligari menning – verður í 2026 flutt úr várinum og hildin í oktobur

Tíðindaskriv:

 

Sement er í dag eitt av sterkastu boðunum upp á eina veruliga lopfjøl til eina tónleikakarrieru í Føroyum. Tiltakið gevur ungum, eldri, royndum og óroyndum tónleikarum møguleika at vísa seg fram, knýta sambond og menna seg fakliga.

 

Seinastu árini hevur Sement verið hildið í mars/apríl. Í 2026 hava fyriskipararnir tó gjørt av at flyta tiltakið til oktobur. Hetta er gjørt fyri at sleppa undan, at Sement liggur ov tætt upp at bæði FMA og SPOT Festivalinum.

 

Við at flyta Sement til oktobur fær tiltakið betri arbeiðsfrið. Somuleiðis er oktobur ein tíð, har lítið annað stórt hendir á tónleikapallinum, og tað gevur Sement betri sjónligheit og størri fokus á luttakararnar.

 

Vit meta, at hetta fer at styrkja Sement og skapa enn betri karmar fyri tiltakið.

 

Mynd: Gwenael

##med2##

 

##med3##