Í vikuskiftinum blivu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið avgreiddar, og í gjár blivu fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá unglingum somuleiðis spældar. Fleiri leikarar, ið av og á eru at síggja á vøllinum í bestu deildini, spæla somuleiðis við U18-liðnum í teirra ávíkavísu feløgum.
Á Argjum hittust unglingaliðini hjá AB og B36. Her gjørdist talan um sera spennandi dyst, ið endaði 2-2 í vanligu leiktíðini. Onki mál bleiv skorað í longdu leiktíðini, og tískil gjørdist neyðugt við brotssparkskapping. Í brotssparkskappingini var munurin tann, at teir hjá B36 skoraðu upp á øll síni skot fimm skot, meðan málverjin hjá B36, Rói Mørk Hentze, ið er sonur høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámali Eriki Hentze, bjargaði einum skoti hjá AB-leikara. Samanlagt vann B36 5-7, um øll mál verða tald við.
Í Leirvík bleiv somuleiðis neyðugt við longdari leiktíð, tá ið Víkingur og HB hittust. Úrslitið í vanligu leiktíðini var 1-1, men talan gjørdist um málríka longda leiktíð, tí at eftir 120 minuttir stóð HB eftir sum vinnari - 3-2 vann útiliðið.
Á niðara vølli í Havn vann NSÍ lættan sigur áljóðandi 7-0 ímóti Giza Hoyvík. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð í søgu felagsins, at Giza Hoyvík tekur lut í U18-kapping, og tí er onki løgið í, at tapt verður við stórum siffrum ímóti NSÍ, sum seinastu árini hevur verið rættiliga frammarlaga í unglingadeildini.
Serliga var tað Hans Marius Davidsen hjá NSÍ, sum hevur fingið nakrar minuttir á besta liðnum í ár, ið gjørdi bart í hesum dysti. Hann skoraði øll fýra tey fyrstu málini hjá NSÍ.
Síðsti fjórðingsfinaludysturin varð spældur á Toftum, har felagsliðið Skála/B68 tók ímóti KÍ. KÍ vann dystin 2-1.
Í hálvfinalunum, sum verða spældar hin 20. juni, verða tað ávíkavist KÍ og HB, ið hittast í Klaksvík, meðan NSÍ tekur ímóti B36 í Runavík. Vanliga plagar sjálv finalan hjá U18-monnum at blíva spæld fríggjakvøldið undan finaluni um løgmanssteypið.
Málskjúttar frá dystunum í gjárkvøldi síggjast niðanfyri:
AB-B36 2-2 (1-2)
0-1: Anton Højgaard 05.
0-2: Hugin Samuelsen 16.
1-2: Bjarki C. Nielsen 32.
2-2: Teitur D. Olsen 75.
Giza Hoyvík-NSÍ 0-7 (0-3)
0-1: Hans Marius Davidsen 18.
0-2: Hans Marius Davidsen 31.
0-3: Hans Marius Davidsen 34.
0-4: Hans Marius Davidsen 55.
0-5: Steffan Løkin 77.
0-6: David á Roykheyggi 83.
0-7: David á Roykheyggi 86.
Víkingur-HB 2-3 (1-1)
1-0: Tonni Thomsen 31.
1-1: Jákup Pauli Breckmann 33.
1-2: Heri Mohr 94.
1-3: Jónathan Hayfield 110.
2-3: Martin Joensen 116.
Reytt kort: Óla Kristian Jacobsen 120.
Skála/B68-KÍ 1-2
0-1: Ólavur Niclasen
0-2: Jóannes Kalsø Danielsen
1-2: Michal Przybilski