Seming: 1 króna og 45 oyru upp ella niður

Nú skal røkka ella støkka: Lønarstríðið hjá arbeiðarafeløgunum snýr seg um eina lønarhækking, sum helst verður ímillum 11 og 13 prosent

Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, og formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, tosa við løgregluna í sambandi við blokadu hjá J&K Petersen í síðstu viku

Klokkan 15 seinnapartin sessar stríðandi partarnir á arbeiðsmarknaðinum saman við semingsstovninum á Hotel Føroyum, har tey sita, til tey annaðhvørt eru komin á mál við nýggjum sáttmála, ella at tað aftur slitnar við framhaldandi verkfallið. Tað skal røkka ella støkka.

Tað er greitt, at arbeiðsgevararnir hava slakað í sínum kravi um í mesta lagi 9 prosent lønarhækking. Teir kunnu nú góðtaka seinasta semingsuppskotið, sum var upp á 11 prosent.

Sum skilst er kravið hjá arbeiðarafeløgunum um 15 prosent. Tey hava sagt, at tey ikki vilja bakka frá ultimativa kravinum, men tann retorikkurin er nú linkaður nakað. Tey sendu út skriv, har tey vístu á, at tey vildu til samráðingarborðið. Tey hoyrast ikki longur tosa um ultimativt krav, sum helst merkir, at tey eru sinnað at geva seg, í øllum førum nakað.

Tí er tað ógvuliga sannlíkt, at stríðið stendur um eina lønarhækking, sum er hægri enn 11 prosent, men nakað væl lægri enn 15 prosent. Siga vit, at arbeiðarafeløgini geva seg 2 prosent eins og arbeiðsgevararnir, so er stríðið um eina lønarhækking millum 11 og 13 prosent.

Um vit so siga, at arbeiðarafeløgini kanska vinna eitt sindur meira her enn arbeiðsgervararnir, so er væl hugsandi, at lønin hækkar nakað oman fyri 12 prosent.

Í krónum merkir ein lønarhækking oman á grundlønina upp á 144,99 krónur eina lønarhækking 17,40 krónur. Tað svarar til eina lønarhækking um mánaðin upp á 3.000 krónur úr umleið 25.000 krónur upp í 28.000 krónur. 

Siga vit, at semjan endar á 12,5 prosentum í lønarhækking, so hækkar grundlønin um tíman við 18,12 krónum upp á tvey ár upp í 163,11 krónur, sum svarar til eina lønarhækking um mánaðin upp á umleið 3.125 krónur.

Tað er í øllum førum í hesum feltinum millum 11 og 15 prosent, at tey skulu royna at finna eina semju. Eitt prosent meira ella minni á tímalønina merkir 1 krónu og 45 oyru. Seta vit so tað upp ímóti at verkfallið skal halda fram í eina ella tvær vikur, so eru vit kanska komin har til, at tað illa slepst undan at finna eina semju, so verkfallið kann avlýsast um vikuskiftið um ikki fyrr.

 

 

Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, og formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, tosa við løgregluna í sambandi við blokadu hjá J&K Petersen í síðstu viku