Úrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum í seinastu veljarakanningini var vánaligt. Hann fekk bert 4,0 prosent av samlaðu atkvøðunum og misti annað av sínum tveimum umboðum á tingi.
Hetta úrslit fær Helena Dam á Neystabø helst betrað um, eydnast tað henni at finna eina semju millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin í tí, sum einaferð varð kallað fullveldismálið.
Einki er at ivast í, at trúvirði hjá bæði Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal er í vanda í hesum innanhýsis stríðnum, sum mesta av tí seinasta mánaðinum hevur skapt eitt politiskt vakum og ørkymlað veljaraskaran.
Anfinn Kallsberg stóð á odda, tá samgongan 1. februar við stórum yvirskriftum boðaði frá nýggja sjálvstýrisleisti sínum. Men longu tvær vikur seinni boðaði hann frá, at hann ikki longur tók undir við leistinum, og legði í staðin fram ein nýggjan leist um víðkað sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta eigur helst at ávirka trúvirðið úti millum veljararnar.
Høgni Hoydal hevur alla tíðina staðið við sítt. Tað gjørdi hann eisini, tá hann, hóast mótmæli frá løgmanni, lat Løgtingsskrivstovuni uppskotið um sjálvstýrisleistin. Men Høgni Hoydal bar eisini Løgtingsskrivstovuni eitt annað uppskot. Tað var nevniliga uppskotið um at staðfesta sjálvsavgerðarrættin. Hetta uppskotið var ikki við í samgongusemjuni frá 1. februar.
Eftir nógv trýst, hóttanir og einum uppsagnarbrævi í lummanum hjá Anfinni Kallsberg, bakkaði Høgni Hoydal og tók uppskot síni aftur, beint áðrenn løgtingsformaðurin skuldi leggja tey fram í løgtinginum seinasta framløgudagin. Høgni Hoydal misti nú andlit ? og helst eisini trúvirði millum veljarar sínar. Hann hevði jú lovað teimum so nógv.
Eftir stendur so Helena Dam á Neystabø. Hon hevur havt eitt ógvuliga hart politiskt lív seinastu tíðina. Fyri fáum vikum síðani misti hon sessin sum landsstýriskvinna, tí tað var staðfest, at hon hevði handlað uttan heimild í pensjónsmálinum. Men hon er framvegis formaður Sjálvstýrisfloksins og roynir nú at fáa semju í lag í samgonguni.
Hóast Helena misti sessin orsakað av pensjónsmálinum, hevur júst hetta mál helst gjørt hana væl umtókta millum pensjónistar. Hon var jú tann, ið gav teimum hægri pensjón. So kann freamferðarhátturin vera líkamikið ? fyri tey.
Og eydnast tað eisini Helenu Dam á Neystabø at bjarga samgonguni og fullveldispolitikkinum á ein ella annan hátt, verður hon helst eitt slag av politiskari hetju, og kann vænta sær eitt rúkandi úrslit til næsta val. Helena Dam á Neystabø er taktikkari sum fáur.