International Whaling Commission (IWC) hevur fund í Slovakia í hesum døgum. Á skránni er m.a. eitt uppskot um at seta eitt økið av í suður Atlantshavi, ið skal verða eitt friðað øki hjá hvali at svmija í.
Danmark, ið umboðar Grønland og Føroyar í IWC, fer eftir øllum at døma at atkvøða fyri uppskotinum. Við tí tekur Danmark somu støðu sum hini evropisku londini, hóast Danmark umboðar tvey lond, ið eru ímóti uppskotinum.
Sambært Arctic Journal, so eru tað umboð úr Grønlandi og Føroyum, ið bera ótta fyri, at um uppskotið verður atkvøtt ígjøgnum, so er tað vandi fyri, at vit kunnu fáa líknandi uppskot um friðingar á okkara egnu leiðum.
Sjúrður Skaale, føroyskt fólkatingsumboð, sigur, at oftast riggar samstarvið millum londini í ríkinum væl í samband við mál í IWC. Tað koma tó støður fyri sum hendan, tá tvørrandi áhugamál íkoma.
- Eg vóni sjálvandi, at Danmark fylgir vanligu reglunum og lurtar eftir Føroyum og Grønlandi og atkvøður ímóti og ikki fer aftur til støðuna, ið var í 2008.
Í 2008 byrjaðu ES lond at koma til eina felags niðurstøðu áðrenn fundir í IWC. Í og við, at Danmark umboðar okkum, so kann Danmark koma í eina tvístøðu, har teir umboða bæði ES, sum stórt sæð er í móti hvalaveiðu, og Grønland og Føroyar, ið bæði drepa hval.