Starvsmannafelagið og Strandferðslan hava gjørt semju um hvílutíðuna hjá manningunum umborð á Smyrli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Felagið fegnast um, at lønin verður óbroytt og at verkfalsrætturin óskerdur. Hesum boðar Starvsmannafelagið frá í tíðindaskrivi í dag.
Strandferðslan og Starvsmannafelagið hava gjørt avtalur fyri dekkararnar, kokkarnar og tey, sum arbeiða við catering umborð á Smyrli. Avtalur, sum merkja, at nýggju reglurnar um økta hvílutíð hjá sjófólki nú kunnu setast í verk.
Frammanundan hevur Standferðslan avtalur við manningarfeløgini, og nú avtalurnar við Starvsmannafelagið eisini eru komnar upp á pláss, kunnu reglurnar um økta hvílutíð, sum ásettar við kunngerð frá 2012, setast í verk umborð á Smyrli.
Nøgdir við avtaluna
Hvílitíðin verður hildin meðan skipið siglir millum Tvøroyri og Havnina, og avtalan merkir, at fólk verða ikki drigin í løn meðan tey hvíla.
- Hetta var í stórum tað vit høvdu vónað at fingið burturúr. Eingin fer niður í løn, 7-daga vikan verður varðveitt og vit hava ikki latið verkfalsrættin frá okkum. Tað kundi ikki verið stórt betri, sigur Súni Selfoss.
Altjóða krøv
Kunngerðin um økta hvílitíð fyri sjófólk kom í gildi í 2012 eftir altjóða krøvum.
Strandferðslan gjørdi avtalur við manningarfeløgini um hvílutíðina undir sáttmálasamráðingunum seinasta heyst.
Umframt Smyril fáa nýggju hvílitíðarreglurnar eisini ávirkan á hvílutíðina hjá teimum, sum sigla við Teistanum.
Sostatt kunnu nýggju reglurnar um hvílutíð nú endaliga setast í gildi fyri strandfaraskipini.