Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á ein samlaðan lønarvøkstur á 12,75 prosent.
Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru somuleiðis gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2022 til 30. september í 2025.
Lønarhækkanir:
Tann 1. oktober í 2022 hækka allar mánaðarlønir 3,80%
Tann 1. oktober í 2023 hækka allar mánaðarlønir 4,15%
Tann 1. oktober 2024 hækka allar mánaðarlønir 4,75%