Tað var ein ítróttarvitjan av teimum heilt óvanligu, tá ið heimsstjørnurnar Thierry Henry, Patrick Vieria, Robert Pires og liðfelagararnir á franska fótbóltslandsliðnum komu í Gundadal at spæla ímóti føroyska landsliðnum.
Síðani lutakastið var gjørt um hesa HM-undankappingina, høvdu fólk bíðað við spenningi eftir, at Frakland skuldi koma til Føroya at spæla.
Og áhugin fyri dystinum var eisini ovurhonds stórur. Øll setrini á Tórsvølli vóru seld, og fólk úr øllum landinum leitaðu sær til Havnar at hyggja eftir dystinum.
Fáar dagar áðrenn fronsku vitjanina, hevði føroyska liðið roynt seg ímóti Sveis og varð avhølvað. Tí vóru vónirnar ikki tær bestu til dystin ímóti Fraklandi, sum var ein nógv meira ræðandi mótstandari enn sveisarnir.
Vieira útvístur
Tað gekk nógv betur hjá føroyska liðnum, enn nakar hevði torað at vónað frammanundan. Føroyska liðið var sjáldan niðurspælt, og fram eftir vøllinum royndu føroyingarnir at bjóða av, og onkrir góðir málkjansir vóru.
Franska liðið tóktist ikki vera so væl upplagt, og tað var bert í smáum løtum, at spælararnir veruliga vístu, hvat teir eru so víðagitnir fyri. Frakland koma á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men eina løtu vóru gestirnir óróligir, tí liðformaðurin hjá fraklendingum, Patrick Vieira, fekk reyða kortið, og so tóku føroyingarnir alt meira yvir eina løtu. Tað eyndaðist tó Fraklandi at skapa frið við at skora eitt mál afturat, og 2-0 gjørdist úrslitið av stórdystinum.
Venjarin bangin um úrslitið
Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, viðgekk eftir dystin, at hann í løtum var bangin um úrslitið. Hann hevði til tíðir hevði kent seg hart kroystan, tí at fraklendingar ongantíð av álvara megnaðu at seta seg á dystin.
? Fleiri mettu, at eftir 0-6 ósigurin hjá føroyingum í Sveis um vikuskiftið, fóru vit at vinna stórsigur her, men eg var greiður yvir, at so fór ikki at verða. Tað eru nógv dømi um, at føroyska landsliðið hevur spælt upp til stórar tjóðir so sum Týskland, Skotland og onnur, segði franski landsliðsvenjarin.
Spurdur um tað ikki eigur at verða størri munur á franska liðnum, sum liggur nummar tvey á FIFA-styrkislistanum, og so føroyingar ið eru nummar 137, svaraði Raymond Domenech:
? Tað eru ellivu móti ellivu, og føroyingarnir stríddust væl, meðan okkara kundu havt sýnt størri stríðsvilja. Mótstøðan var hørð, og eg haldi, at fleiri veikleikar hjá okkum komu til sjóndar í dystinum í dag, segði franski landsliðsvenjarin.
Larsen errin
Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var errin av sínum monnum eftir dystin ímóti Fraklandi, og hann fegnaðist um, at liðið hevði fótað sær stóra tapið ímóti Sveis.
? Vit hava einar tríggjar 100% møguleikar, men skora ikki. Teir hava kanska fýra slíkar og skora tvær ferðir. Tað er kanska munnurin at vera millum heimsins bestu og ikki, segði Henrik Larsen
Og hetta avrikið ger ivaleyst, at tað er lættari at arbeiða fram móti næsta dystinum?
? Sjálvandi, men vit skulu samstundis minnast til, at eru vit ikki á toppinum, so kunnu vit saktans fáa onkran avsmurning afturat. Í dag var avrikið bara framúr, vit stríðast ófatuliga væl, og tað hava allir leikararnir uppiborið rós fyri, staðfesti føroyski landsliðsvenjarin.
- - -
Stjórin sigur upp
Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur seg úr sínum starvi. Hann hevur verið stjóri í sparikassanum í 19 ár, men heldur nú, at tíðin er komin at gevast.
? Einasta orsøkin til, at eg nú leggi frá mær, er, at eg vil sleppa at royna okkurt annað eftir 31 ár í banka og sparikassavinnuni og 19 ár sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur Mikkjal Sørensen. Hann gevst í starvinum 31. desember.
Nýggj Kelda
Nýggi samkomubygningurin hjá Kelduni í Skálabotni verður tikin í nýtslu. Byggingin hevur verið eitt ódnartak, men tað hevur fingið góða undirtøku, tí nú húsið er liðugt, stendur tað í 15 milliónum krónum, men eingin skuld er.
? Eitt Guds undur, sigur samkomuleiðarin, Pauli Høj, um nýggju Kelduna.
Føroya Tele nýtt høvuðssæti
Føroya Tele tekur nýggja høvuðssæti hjá sær í Hoyvík í nýtslu. Talan er um ein risabygning, sum skal brynja føroysku telefyritøkuna til framtíðina.
?Vit hava verið spjødd í einum seks ymiskum bygningum, men nú eru vit øll her á nýggja høvuðssætinum. Hetta er uttan iva ein styrkur fyri samanhaldið í fyritøkuni, og vónandi fer tað at speglast aftur í trivnaðinum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.
Millum 1000 og 2000 fólk vóru inni á gólvinum, tá ið móttøka var í nýggja
Kongaligur skilnaður
Joachim prinsur og Alexandra prinsessa boðað frá, at tey eru farin frá hvørjum øðrum. Tey hava verið gift í 9 ár og eiga tvey børn, men nú hava tey gjørt av, at tey skulu skiljast. Alexandra prinsessa verður búgvandi í Danmark, og teir báðir smáu prinsarnir, Felix og Nicolaj skulu búgva hjá mammuni.
Einki verður sagt um orsøkina til, at prinsaparið er farið frá hvørjum øðrum, men Ekstrablaðið leggur ikki fingrarnar ímillum í sínari viðgerð av skilnaðinum og hevur nógvar greinar um ein lívligan prins, sum dámar væl at verða í býnum.
- - -
»Eg veit altíð, hvar hon er, og hvat hon ger, men eg havi ongantíð roynt at stýrt henni. Mín einasta ambitión fyri hana er, at hon verður eitt eydnuríkt menniskja. Onki
annað hevur týdning, tá saman um kemur.«
? Sædis Eilifsdóttir, mamma Eivør Pálsdóttir
»Sjálvt um eg kanska ikki síggi soleiðis út, so havi eg altíð havt eitt lætt lyndi. Hetta stavar helst frá mammu míni. Eg havi ongantíð morgungron, hóast eg gott kann vera álvarsamur. Tað liggur snøgt sagt ikki til mín at vera í ringum lag.«
? Edmund Joensen, løgtingsformaður
- - -
KÍ endurvinnur føroyameistaraheitið í kvinnufótbólti. Liðið vann allar 10 dystirnar, sum tað spældi í landskappingini.