Serbi og dani í føroyska U21-hópinum

Fleiri nýggj andlit eru at síggja í føroyska U21-landsliðshópinum.

Føroyska U21-landsliðið hevur verið á venjingarlegu á Tórsvølli um vikuskiftið, har fyrireikingarnar til EM-undankappingina nú eru farnar í gongd. Føroyar skal spæla fyrsta dyst í undankappingini á heimavølli 15. juni ímóti Aserbaijan.


Ímillum teir 29 í hópinum vóru fleiri nýggj andlit at síggja, og var hetta mest av teirri orsøk, at teir eru nógvir, sum eru blivnir ov gamlir til U21-landsliðið. Sonni Ragnar Nattestad og Brandur H. Olsen hava framvegis aldur, men teir báðir eru í løtuni við A-landsliðnum.


Tað merkisverda við venjingarleguni var, at ikki allir vóru føroyingar. Ein teirra var nevniliga serbiski leikarin hjá Víkingi, Filip Djordjevic, sum tó hevur búð í Føroyum í fleiri ár. Í løtuni verður arbeitt við at hann skal fáa loyvi at umboða Føroyar á U21-landsliðnum.


Umframt hann var eisini eitt spildurnýtt navn. Jonas Gejel Hansen er navnið á nýggja miðvallaranum, sum hevur umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Danmark fram til og við U19-landsliðið. Hann hevur føroysk foreldur og ætlar nú at royna seg á føroyska U21-landsliðnum.


19 ára gamli Jonas Gejel Hansen hevur sáttmála við Esbjerg fB í donsku Superliguni, har hann kortsíðani er innlimaður í besta hópin. Í løtuni er hann tó útleigaður til Varde IF í triðbestu deildini fyri at fáa fyrstaliðsfótbólt í beinini.


Um Jonas verður sagt, at hann er ein bólttryggur miðvallari, ið dámar væl at hava bóltin og dugir væl við báðum beinunum. Um hann og Filip Djordjevic verða úttiknir og fáa loyvi at umboða føroyska U21-landsliðið, fæst meiri at vita um í næstum.