Óseriøs vallyftir


Nú val er fyri framman, eru nógvar vælgreinar at lesa.

Høgni Mikkelsen

Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð



Til dømis verður skrivað, at tað manglar bæði eitt og annað. Skúlar, ellisheim, ítróttarhallir, barnagarðar o.s.fr., og somuleiðis verður nógv skrivað um skattalætta.

Undan býráðsvali lesur man javnan um lyftir viðvíkjandi skattalætta.

Tað er óseriøst eftir mínari meining, tí alt hetta merkir minni inntøku fyri Tórshavnar Býráð. Hetta er hóast alt høvuðsinntøkan, ið Tórshavnar Býráð hevur.

Tað hevði verið gleðiligt um skattalættin bleiv ein veruleiki, men so skulu aðrir bollar í suppuna.

Eg meini at kommunan skuldi roynt at fingið meira fyri peningin enn hon ger í dag. Tá tað er gjørt, kann man tosa um skattalætta.

Tá man skrivar um so viðbrekin mál, meini eg, at man skal vera meira seriøsur og ikki lova ov nógv, tá man stillar upp til býráðsval.