Serskøltur

[fólk við serstøkum hugsanarhátti (og atburði), serlynt fólk, serknokkur, serlingur]

Lærarin tivaði av øði, hugdi á klassan.

- Jú fanin mugu tit vita hvør J.H.O Djurhuus var, ýldi hann, hann var størsta skald í Føroya søgu! Tit ganga nú á triðja árið á student og ikki vita tit hvør Janus var. Tað var tað sama hvørt ár, 3-4 næmingar, ið fylgdu við og høvdu neyðuga áhugan og IK, restin var eitt bland av leti, ella mangul uppá intelligens. Hesi seinnu sótu og prátaðu sína millum, ella gjørdi eitt hvørt við fartelduni, ipod´in ella hvat tramin tað nú æt. Bulmikli lærarin, við stóra skegginum bað ein næming lesa yrkingina Føroyar mítt land upp og droymdi seg burtur í annan heim.

Kjartan hugdi um seg, føroyskt hevði ongantíð verið serliga áhugavert og hesin tímin var einki undantak.

Flokkurin var samansettur av næmingum úr Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy, eitt satt miks av ymsum lagnum. Klaksvíkingarnir vóru allir sum ein fongdir við trúðarsjúkuni, hendan sjúkan hevði spreitt seg til mesta av landinum. Sjúkueyðkennini vóru løtt at kenna aftur: Flatan humor, allir høvdu eitt satt arsenal av bíbliu sitatum, ið fuku runt, hvørja ferð kjakast var um, eitt nú 256b, fosturtøku ella hini vanligu etisku kjakini. Klaksvíkingar høvdu allar teir eginleikar, ið ikki áttu at verið loyvdir á hesum skúlanum. Úrslitið var eyðsæð, Miðflokkurin og Keldan, ið nú misprýddi mentanarsøgu landsins.

Kjartan kundi ikki lata vera við at smílast innantanna, hetta var rættuliga ein ímynd av Føroyum. Ein skúli bygdur av helviti til, úti á eini oyðimørk, bert tí at kommunurnar av berum treiskni ikki kundu semjast um, hvar hann skuldi byggjast. Hetta og so tað, at skúlin bleiv bygdur undir kreppuni bar við sær, at tað kendist sum um at vera fangaður á Alkatraz, no way out.

Leirvíkingar vóru eitt heilt annað fólk, skemtingarsamt og rættuliga skilagott. Við beiggjunum Rasmus og Djalli á odda skaptu teir ein herligan dynamik, ið gjørdi at flokkurin 3.E fekk lærarar at óttast tímarnar.

Kjartan var eingin “mønster elev” sum tað so fínt eitur á donskum, tey flestu høvdu hómað ein færra av “potientiale”, ið fólkaskúlin so væl høvdu pilkað úr honum. Hann hugsaði um komandi val, har allir teir feitu lærararnir, læknar og løgreglufólk stríddust fyri at sita 4 ár aftrat. Teir vóru júst sum hesir grísarnir á donskum bóndagørðum, áðrenn slaktið. Samlaða miðalvektin á løgtinginum var allarhelst vaksin eini 10 kg og hesir “grísarnir” vónaðu at fáa 4 ár aftrat. Tað fór allarhelst at eydnast. Tey næstu 4 árini kundu teir so meska seg, liva upp á tóm vallyftir og kanska ein tápuligan undirsjóvartunnil til sands.

Kjartan var fanin óður, her hevði hann gingið í 3 ár, og longu í september fekk hann fyrstu ávaring fyri fráveru. Hetta var skipanin, ið syrgdi fyri, at næmingar møttu upp til tímarnar. Um tú bleivst skrivaður fyri fráveru, ja so skuldi ein inn og práta við hasum høgravenda einaræðisharranum; á gud hvat hann hataði hatta Hitler skeggið. Hendan skitna skúlaskipanin, ið stuðlaðu lærararnar, so teir kundu sita í embætinum á lívstíð, maniodeppresivir og útbrendir.

 

Lógaruppskot um verju av homoseksuell undir rættargangslógina