Serstøk café klár til jóansøkuna

Jóansøkutiltøkini eru so smátt byrjað í Vági, í dag var tivoli sett upp á bryggjuni, og í kvøld er aftankvirra í Vágs Kirkju.

Og tónleika-og listacaféin á Vágsvegi 44 í Vági er nú klár við skrá og er nú opin til jóansøkuna. Og sigast má, at hetta á mangan hátt er ein serstøk uppliving, ið jóansøkugestir kunnu vænta sær. Sí myndirnar niðanfyri.

Stílurin er serligur og áður hevur eisini verið nevnt, at fyrimyndirnar eru caféir í Keypmannahavn, nevniliga kult caféin Tjili Pop og Retro.

Tónleikacaféin á Vágsvegi er mitt í býnum og heldur til í tí, sum millum manna ofta verður nevnt gomlu HF- húsini. Húsini hava eina tíð verið karmur um handilsvirksemi og tónleikabólkar hava eisini havt húsini sum venjingarhøli.

Men húsini eru ikki at kenna aftur, nú báðar ovastu hæddirnar eru innrættaðar sum tónleika-og listacafé í samband við jóansøkuna í Vági. Serstakur stílur og tónlekur og list renna saman í eina eind.

Tað eru ikki stóru armsveiggini, reinu linjurnar og kaldi stílurin úr litríku bløðunum, har ein ikki torur at røra seg, ið eyðkenna caféina.

Heldur hinvegin er gjørt burturúr úr tí sum er, og so er ymiskt gamalt fingið til vega, endurnýtt, og fingið at hóska í hugnaligu heildina.

Hóast endurnýtslu, retrostíl og málningalist, so er eisini ein nýmótans síða av caféini, tí hon hevur nevniliga egna síðu á facebook, har ein fær nærri lýsing av virkseminum.

Tað eru kvinnuligar eldsálir, saman við Suðuroyar Tónleikafelag, ið hava staðið á odda fyri hesum øðrvísi tiltakinum á jóansøku. Opið er longu nú á tónleika- og listacaféini, og sambært skránni, ið nú er klár, hendir nógv á Vágsvegi 44 á jóansøku:

 

Hósdagur 21. juni

 

• Kl. 16:00 – 22:00 Mikrofonin er opin!

• Kl. 22:00 – 23:00 Ingi Poulsen

• Kl. 23:00 – 24:00 Mikrofonin er opin!

 

Fríggjadagur 22. juni

 

• Kl. 14:00 – 19:30 Mikrofonin er opin!

• Kl. 19:30 – 20:30 Trúgvi Strøm, classic guitar

• Kl. 20:30 – 21:30 Guðrið og Sjúrður Djurhuus

• Kl. 21:30 – 22:00 Mikrofonin er opin!

• Kl. 22:00 – 23:00 Trúgvi Strøm og Eyðun Ásason

• Kl. 23:00 – 02:00 Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen

 

Leygardagur 23. juni

 

• Kl. 12:00 – 15:00 Mikrofonin er opin!

• Kl. 15:00 – 16:00 Jonhild Andreasen

• Kl. 16:00 – 19:30 Mikrofonin er opin!

• Kl. 19:30 – 20:30 Hans Jacob Hjelm

• Kl. 20:30 – 21:00 Mikrofonin er opin!

• Kl. 21:00 – 22:00 Hans Hammer, Andreas Jacobsen,

Finnur Nielsen og Ari Farstad

• Kl. 22:00 – 23:00 Tróndur og Brandur Enni

• Kl. 24:00 – 02:00 Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen

 

Sunnudagur 24. juni

Opið kl. 13:00 – 20:00

 

Mikrofonin er opin!

 

Listafólkini ið vísa fram eru:

Gunnvá Poulsen, Róland Joensen, Joan Henriksen, Alfred Poulsen, Dagfinn Olsen, Monika Strøm, Djona Suðuroy og Sólja Holm Mortensen.