Eitt av mest tiltiknu verkunum í rocksøguni er The Wall hjá Pink Floyd. Verkið frá 1979 verður ofta umrøtt sum eitt meistaraverk, og nú kann The Wall aftur upplivast á palli.
Roger Waters, sum var partur av Pink Floyd, er høvuðsmaðurin fyri einari nýggjari uppseting av The Wall. Tann framførslan, sum kemur tættast Føroyum, er í Parkini í Keypmannahavn tann 7. mai næsta ár.
Tað verður rættiliga gravgangur eftir bilettunum til The Wall í Parkini, og skalt tú tryggja tær eitt pláss, mást tú liggja fram við beinanavegin, tá tær verða settar til sølu.
Billetlugen.dk og Fona fara at selja atgongumerkini, og tey verða sett til sølu 30. august kl. 9.00 føroyska tíð. So tað ræður um at leggja ein alarm inn á telefonina ella telduna beinanvegin.