Seta børnini í vanda - uttan at hugsa um tað

Fýra bilførarar fingu átalu frá løgregluni í morgun

Aftur í morgun hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar og tað endaði við at fýra bilførarar fingu eina átalu.

 

Hesa ferð kannaði løgreglan ferðsluna við skúlar í Havn.

 

Sum sigur, at sum heild var støðan góð, tí børnini sótu í trygdarbelti eftir forskriftunum.

 

Men eitt, sum leyp í eyguni á løgregluni, var, at hóast børnini sótu í trygdarbelti, høvdu nógv teirra eisini skúlataskuna á rygginum.

 

Og løgreglan ger vart við, at hóast børn sita í trygdarbelti, eru tey ikki trygg, tá ið tey samstundis sita við skúlataskuni á rygginum.           

 

- Tá ið tey hava skúlataskuna á rygginum, er høvdið rættiliga langt frá nakkastúttunum og tá eru tær ikki til nakra nyttu, skuldi ein samanstoytur verið.

 

Sostatt er ferðslutrygdin hjá børnunum í vanda, helst mest tí, at foreldrini ikki hugsað um vandan, ið kann standast av, at tey sita við skúlataskuni á rygginum. 

 

Løgreglan hevur ikki givið bilførarum bót fyri hetta, men í morgun fingu fýra bilførarar átalu fyri at lata børnini sita við skúlataskuni á rygginum.

 

Men harafturat vóru onkrir einstakir bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon, sigur løgreglan.