Seta okkum í undantaksstøðu

- Tær kreppuloysnir, sum vórðu framdar í nítiárunum, skulu takast av, tí spurningurin er, um hesar ikki eru við til at seta okkara vinnulív í undantaksstøðu, segði Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum á landsfundi í Leirvík

Landsfundur

- Tann politiska uppgávan skal flytast. Í staðin fyri at vera ein partur av vinnulívinum, skal orkan brúkast til at skapa nøktandi karmar. Vinnuligu kreppuloysnirnar, sum framdar vórðu í nítiárunum, skulu takast av, tí spurningurin er, um hesar ikki eru við til at seta okkara vinnulív í undantaksstøðu.
Hetta segði formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, á landsfundi floksins í vikuskiftinum.
Hann vísti á, at ein heildarætlan eigur at gerast, sum hevur til endamáls at einskilja allar almennar fyritøkur og allar almennar grunnar, sum eru í beinleiðis kapping til privata vinnulívið, og sum virka í einum marknaðarumhvørvi.
- Tað, sum vit uppliva, tá ið talan er um einskiljingar, er ein alt ov ógreið útmelding frá landsins myndugleikum. Hetta er ein orsøkin til, at tey fólk, sum varða av hesum arbeiðsplássum, stundum kenna seg ótrygg, segði formaður Sambandsfloksins.

Altjóðagerð

Ein stóran part av formansrøðu síni tosaði Kaj Leo um altjóðagerð, og hann legði dent á, at framtíðin er ikki ein hóttan, men ein "fantastiskur møguleiki fyri menning av tí einstaka menniskjanum", sum hann tók til.
- Føroyar eru í løtuni í ferð við at leggja spíran til altjóðagerðina, og hetta hevur eins stóran týdning fyri okkum í dag, sum veganetið hevði í fimtiárunum.
Hann segði, at tey lond og teir politikarar, sum megna at geva borgarum og vinnulívi bestu treytir og besta umhvørvið, vinna altjóða kappingina um arbeiðspláss.
- Einstaklingar og vinnulív skulu hava somu møguleikar sum okkara kappingarneytar at virka í einum frælsum umhvørvi. Neyðugt er, at vørur, kapitalur, arbeiðsmegi og tænastur kunnu flytast frítt um landamørk uttan forðingar.

Føroyar og ES

Formaður Sambandsfloksins segði, at sum samfelag skulu vit sleppa okkum av við allar marknaðarforðingar og fáa lut í teimum fýra frælsunum hjá ES.
- Men eg vil leggja dent á, at hetta saktans kann lata seg gera uttan fullan limaskap í ES, segði Kaj Leo Johannesen, sum vísti á, at eitt nú Áland hevur eina skipan, sum hann helt, at vit eisini kundu fingið, um rætt verður atborið.