info
Ongi úrslit

Seta størri krøv til eginpening í bústaðarfígging

- Tað merkist, at lánistovnarnir hava strammað í og eru trekari at læna pening út til bústaðarfígging, sigur forstjórin í Bygma Balslev, Sjúrður Olsen.

Vilmund Jacobsen
4. november 2023 kl. 14:21

Ein stórur partur av manningini hjá Bygma Balslev hevur verið leingi í fyritøkuni. Øll starvsfólkini eru gull verd, og tað er allar mest teimum fyri at takka, at vit hava eina vælvirkandi fyritøku á øllum økjum.

Tað sigur Sjúrður Olsen, forstjóri í Bygma Balslev, sum VikuskiftisSosialurin, sum fæst til keyps í blaðsølunum, hevur skift orð við. Í blaðnum er serblað um byggivinnu, og her eru fleiri áhugaverdar samrøður.

Sjúrður Olsen sigur, at tað merkist í privatu vinnuni, at fíggingarstovnar eru trekari at veita fígging til eitt nú bústaðarbygging og umbyggingar nú, enn teir hava verið leingi.

- Jú, tað merkist, at bankarnir hava strammað í og eru trekari at læna pening út í dag. Tað eru viðskiftafólk, sum siga, at tey eru til reiðar at fara í gongd við at byggja, men at tey nú eru biðin um at útvega sær meira eginfígging, um lánistovnurin skal fíggja bústaðin.

Stjórin vísir á, at hetta merkist eisini millum viðskiftafólk í høvuðsstaðarøkinum, og so mikið meira merkist tað kring um landið, har fíggingarstovnarnir leingi hava sett lutfalsliga stór krøv til eginfígging.

- Vit hoyra eisini um kommunur, sum hava stykkjað út grundstykki, har nógv stykki liggja óbygd leingi. Tað eru fleiri, sum hava keypt sær grundstykki, men sum ikki megna ta eginfígging, sum lánistovnurin nú krevur.   
Sjúrður Olsen sigur, at í slíkum førum enda grundstykkini ofta aftur hjá kommununi, og tað eru nógv dømi um hetta uttanfyri Havnina, tó at íløgan her – og tá serliga úti á bygd - oftast er væl minni enn í høvuðsstaðnum. 
Sum oftast er íløgan í grundstykkið væl minni á bygd enn miðstaðarøkinum, og í fleiri førum fært tú eitt planerað grundstykki, har klárt er at seta formarnar upp.
- Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at fólk og familjur, sum kundu hugsað sær at sett føtur undir egið borð uttanfyri Havnina, nærmast skulu kroystast til eina størri íløgu í høvuðsstaðnum.

Myndin er ikki tøk

Sjúrður Olsen heldur fyri, at kanska tørvar okkum ein stovn aftrat við somu endamálum, sum gamli Húsalánsgrunnurin hevði, tí her kundu familjur, sum vildu seta búgv, fáa lán og eisini ískoytislán fyri at røkka undir land við fíggingini.
- Við einum slíkum stovni aftrat, hevði váðin við at fíggja sethús og íbúðir verið meira spjaddur, tí vanliga lá Húsalánsgrunnurin sum seinasti prioritetur í vanligari sethúsafígging.
Hann leggur aftrat, at ein slíkur stovnur kanska eisini hevði viðvirkað til, at tað hevði verið nakað lættari at fingið fígging til sethús og íbúðir uttanfyri miðstaðarøkið og kring um landið annars.

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við Sjúrð Olsen, sum fortelur, at hann fór úr skúlanum, tá hann varð liðugur við 9. flokk og at hann sum blaðungur sigldi við farmaskipum í nøkur ár.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

20 tímar síðan

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

5 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

5 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

6 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Italia megnaði javnleik á útivølli í Fraklandi

6 tímar síðan
Hondbóltur

19 føroysk mál í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Slovakia

7 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar liva í vónini um at halda fram

7 tímar síðan
Tíðindi

Vesuvius og Napoli sædd úr rúmdini

8 tímar síðan
Ítróttur

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

8 tímar síðan
Tíðindi

10 føroysk mál í heimasigri hjá Vali

8 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: Góður endaspurtur tryggjaði H71 sigurin

9 tímar síðan
Hondbóltur

Karlskrona knógvaði fyrsta sigurin hetta kappingarárið

9 tímar síðan