Sethús verða aftur handlað

SØLA - Vit merkja eina framgongd samanborið við í fjør. Vit hava selt væl fleiri ognir higartil í ár, so vit kunnu ikki annað enn lata væl at, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn. - So seint sum í morgun vóru eini hús á bygd seld aftrat.

Fyri tveimum vikum síðani varð nógv tosað um tað sonevnda konjunktur-barometrið, sum gevur eina hylling av, hvussu tað stendur til búskaparliga í landinum, nú vit eru mitt í eini búskaparligari kreppu.
Hvørt einasta húski merkir so ella so avleiðingarnar av kreppuni. Ein teirra er í øllum førum, at færri sethús verða handlað og tað tekur longri tíð at selja eini hús.
Hagtølini siga eisini tað sama: Í 2007 vórðu íalt seldar einar 350 sethúsaognir gjøgnum ymiskar meklarar her á landi. Henda sølan lækkaði tó heilt niður í einar 120 sølur í 2009.
Í fjør sá tó heldur frægari út, tá einar 200 húsaognir vórðu seldar gjøgnum meklararnar. Ein teirra sum væntar sær nógv av hesum árinum, eru Jón Simonsen og starvsfólk hansara í Skyn.
- Higartil sær betur út, nú bankarnir eru vorðnir meiri sinnaðir at veita lán. At fólk haraftrat eru meiri bjartskygd, hevur sjálvandi eisini sína ávirkan á keyp og sølu, sigur hann.

Broytt yrkisleið
Seinastu seks mánaðirnar hevur Jón Simonsen verið stjóri í meklarafyritøkuni Skyn, sum er eitt dótturfelag hjá BankNordik.
Frammanundan hesum hevði hann roynt ymiskt á yrkisleið síni, sum at enda førdi hann til hetta starvið, sum hann trívist væl í.
Hann hevur verið til skips í nógv ár, hevur Hægri Handilsskúlaprógv, er útlærdur bankamaður, og fór seinni til Danmarkar at lesa til marknaðarføringsøkonom.
- Eg flutti so heim aftur í 2003, og dagin eftir heimkomuna byrjaði eg á marknaðardeildini hjá Eik Banka, - tí sum tá æt Føroya Sparikassi, greiðir Jón frá.
Ein partur av stóra arbeiða hansara her var at gera tað unga fólkið áhugað í teirra peningastovni. Í hesum sambandi varð Jón settur sum ungdómsleiðari hjá Sparikassanum, við tí fyri eyga at menna serstøk tilboð til tey ungu.
Men ein dagin á heysti 2005 fekk hann vitjan av starvsfólkaleiðaranum í Sparikassanum. Nú skuldi yrkisleið hansara taka eina aðra vend.

Meklari
Hetta var um somu tíð, sum møguleiki var at fáa tey sonevndu BRF-lánini til sethús. Og nú ynskti starvsfólkaleiðarin, at Jón skuldi gera ein skipan, soleiðis at Sparikassin eisini kundi bjóða kundum sínum hetta tilboðið í INNI, sum er teirra sethúsasølan.
- Hetta var ein fríggjadag, og eg hugsaði við mær sjálvum, at hatta ljóðaði spennandi. Og tí var eg longu til arbeiðis í INNI vikuna eftir, greiðir Jón frá.
- Ætlanin var, at skuldi bert verða har í einar 2-3 mánaðir, men samanlagt bleiv tað so til heili fimm ár.
Meðan hann fekk sær royndir og kunnleika frá hinum starvsfólkunum í INNI, brúkti hann ein part av frítíð síni at lesa til ognarmeklara. Eina útbúgving, sum hann ætlar at gera seg lidnan við í ár.
Í aðrar mátar var eisini tíð til at taka sær av besta fótbóltsliðnum hjá fuglfirðingum, nevniliga ÍF.
- Tá so Skyn søkti eftir stjóra, søkti eg og fekk starvið frá 1. september í fjør, sigur Jón.



fyri seg

Sjálvur bygt hús
Ein onnur “fortreyt” hjá Jón Simonsen í starvinum sum Skyn-stjóri er, at hann sjálvur hevur bygt sær egin hús. Tey fluttu inn í húsini í Fuglafirði í 2008, hóast hann sjálvur er ættaður úr Klaksvík.
- Júst av hesi orsøk eri eg væl betri útgjørdur til hetta starvið, enn hvat eg annars hevði kunnað lisið meg til.
- Vit gjørdu rættiliga nógv sjálvi tá vit bygdu húsini, eins og eg brúkti fleiri serfrøðingar sum vóru góðir í ráðum, meðan eg bygdi. So seint sum í morgun hevði eg aftur brúk fyri ráðum frá einum teirra, sigur hann.
Við meklaraútbúgvingini í hinari hondini, er hann væl fyri at halda fram við virkseminum hjá Skyn.


myndatekstur

(frammanfyri plakat)

BJARTSKYGNI
- Vit vænta, at fleiri sethús verða seld í ár, í mun til í fjør, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn