Framyvir verða ukrainskar dronur framleiddar í Noregi sum liður í tættari verjusamstarvi millum Noreg og Ukraina.
Tað upplýstu forsætisráðharrin í Noregi, Jonas Gahr Støre, og forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, eftir ein fund í Oslo í dag.
– Vit hava nú ukrainska framleiðslu í Noregi, og vit stuðla framleiðsluni í Ukraina, sigur Støre á tíðindafundi týskvøldið.
– Jonas og eg umrøddu ítøkiliga okkara samstarv um framleiðslu og nýtslu av dronum, sigur Zelenskyj.
Sambært avtaluni fer Noreg eisini at stuðla framleiðsluni av dronum í Ukraina, meðan Ukraina fer at deila dátur og vitan við Noreg, skrivar Reuters.
– Vit kunnu læra av teimum royndum, sum Ukraina ger í hesum harða stríðnum móti russiskum ágangi, sigur Støre.
– Tað er avgerandi, at vit læra av teimum royndunum.
Á tíðindafundinum vórðu teir báðir stjórnarleiðararnir eisini spurdir um F-16 flogførini, sum Norra hevur latið Ukraina, men sum enn standa í einum hangari í Belgia.
– Tað er ikki nýtt fyri okkum, at tey flogførini hava brúk fyri dagføringum, svarar Zelenskyj.
Noreg hevur saman við hinum norðurlondum og baltisku londunum verið millum trúgvastu stuðlarnar hjá Ukraina.
Danmark hevur eisini longu gjørt verjusamstarvsavtalu við Ukraina. Hetta merkir, at ukrainska fyritøkan Fire Point - sum millum annað framleiðir rakettbrennievni - er við at fóta sær í Suðurjútlandi.
Ritzau/NTB











