Shakespeare´s Macbeth: Unikt og livandi

Macbeth, tann blóðugasti og stytsti leikurin, ið Shakespeare hevur skrivað, verður fríggjadagin at síggja á føroyskum leikpalli. Bæði føroyskir og útlendskir leikarar eru við, høvuðsmálið er svenskt, men føroyskt og norskt er eisini við í leikinum

Sjónleikur

Umframt teir føroysku leikararnar, Hans Tórgarð og Katarinu Nolsøe, eru fýra aðrir leikarar við, sum koma frá ávíkavist, Svøríki, Finlandi og Noregi. Leikurin verður frumframførdur fríggjadagin, og lova sjónleikararnir eina unikka og spennandi sýning.
? Alt byrjaði tá fýra ungir mans úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Finlandi, undir fyrsta NorMa árinum, sum er eitt projekt ár á tí svensku deildini við leiklistarskúlan í Helsingfors, fóru at hugsa um at gera okkurt saman, sigur Anders Kippersund úr Noregi, sum spælir Macduff og aðrar minni leiklutir í Macbeth.
? Hetta hevur verið eitt hart arbeiði, sum hevur tikið langa tíð. Vit byrjaðu av fyrstan tíð fyri fýra árum síðani, og bara at vit eru komin so langt, sum vit eru komin nú er ógvuliga gott.

Rundferð

Hetta er triðja ferðin teir seks leikararnir eru savnaðir í Føroyum. Leikararnir siga seg hava verið ígjøgnum alt frá eufori til vónloysi, men nú leikurin er komin so væl ávegis siga teir seg verða klárar til at skelka sjónleikaheimin. Ein øðrvísi og úrvald sýning verður sagt.
Tulkingin av sjónleikinum er teirra egna. Føroyska týðingin hjá Axel Tórgarð er brúkt, sum grundarlag, men høvuðsmálið er svenskt, men leikurin hevur eisini føroysk brot í.
Sjónleikararnir skulu eisini á eina stóra rundferð í Svøríki, Noregi og Finlandi við sjónleikinum.
? Hetta er stórt í sær sjálvum, at fáa útlendskar leikarar til Føroya, sigur Katarina Nolsøe, sum millum annað spælir Lady Macbeth. ? Vit hava havt ein ógvuliga dugnaligan leikstjóra, og hetta er nakað, vit virkuliga vilja geva áskoðarunum. Og um fólkini eru fyrireikaði uppá, at hetta er ørðvísi, so trúgvi eg, at tey kunnu fáa eitt ógvuliga gott upplivilsi.
Macbeth verður frumframførdur fríggjadagin, og fyri fyrst eru fýra sýningar á skránni. Um áhugi vísir seg at vera fyri sýningunum verða fleiri sýningar settar á skránna.