Showdown vektlifting: Eins og til OL

Tíggju luttakarar hava bjóðað seg fram til søguligu vektlyftingkappingina

Um vikuskiftið verður stóra tiltakið ”Burn Showdown”. Talan er um 14 kappingar í fitness, vakurleika og styrki.  Ein av nýggju kappingunum er vektlyfting. Her er talan um sama slagi av vektlyfting, sum vit síggja til OL.

 

Les eisini: Stórur áhugi fyri Powerlyfting

 

Tekniska heitið er Clean and Jerk og Snatch. Tað er tá ein lyftari lyftir eina vektstong frá gólv og upp um høvd. Sum skilst, so hava onkrar minni kappingar verið fyrr her í Føroyum, men ongantíð á tí stigi, sum vit gera nú. Millum annað koma dómarar frá IWF (International Weight Federtaion), sum er altjóða sambandið hjá vektlyfting.

 

Tíggju luttakarar hava meldað til kappingina, sum verður seinna partin leygardagin.

 

Vektlyfting:

Ólavur Mortensen

Marius Thomassen

Eyðun Mortensen

Sámal Jakobsen

Tórur Mortensen

Gudmundur Danielsen

Leif á Bøgraði

Rudi Persson

Jenny Poulsen

Elsa Jacobsen

 

Her er skráin til tiltakið:

Fríggjadagin 17. novembur:

17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna

18.15 – 20.15 Strongman

20.30 – 23.00 Boksing

 

Leygardagin 18. novembur:

12.00 – 13.00 Kettlebell

13.00 – 15.00 Weightlifting

14.00 – 16.00 Powerlifting

15.00 – 17.00 Crossfit

17.00 – 19.00 Steðgur

19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands

22.15 – 22.45 Steypahandan

23.00 - Medina