SIC útseta fløgu

Eyðun Müller Thomsen

Føroysku heavyrockararnir í bólkinum SIC hava seinastu mánaðirnar lagt alla sál og orku í at fáa teirra uppkomandi fløguútgávu klára til fólkið. Meiningin var, at fløgan skuldi koma út, tá kavin fellur mitt í desember, men síðst í november mánað lat ein hurð seg upp, sum setti projektið í klemmu.

Produsari og ljóðblandari, Tommy Hansen gjørdi sítt arbeði liðugt, men maðurin aftan fyri fløguhúsan, nemliga legendariski Seth, aftanfyri arbeiði so sum (Makrel – Transcend - Paradise Lost ), mátti útseta SIC.

Guitarleikarin úr SIC, Eddie Jacobsen greiðir frá:

-Ætlanin var allatíðina, at Peter "Ziggy" Sigfredsen frá ZigZound (Mnemic, illdisposed) skuldi standa fyri upptøkunum og ljóðblandingini. Hann gjørdist so sjúkur í august, sum hevði við sær, at vit máttu útseta studiotíðina til september. Men so eina viku, áðrenn vit skuldu í studio ringdi Ziggy aftur og segði seg enn vera sjúkan. Tað tóku vit ikki so pent, tí nú var alt annars sett í verk. Hann lovaði so at finna útav onkrum, og hevdi so fingið okkum inn í Jailhouse studios, sum faktiskt var tað upprunaliga studio vit hugdu eftir, men tá var tað upptikið. Har upptóku vit saman við Tommy Hansen (Hatesphere, Nephew, D.A.D). Men tá fløgan var liðug upptikin vísti tað seg, at Ziggy enn var sjúkur, og vit máttu útseta ljóðblandingina til desembur/januar. Men hetta passaði ikki til okkara ætlan, um fløgan skuldi út til tíðina, sum var mitt í desember. Vit tosaðu so við Tommy Hansen, og hann vildi gleðiliga hjálpa við ljóðblandingini/mastringini.!

7. november byrjaði Tommy Hansen at ljóðblanda fløguna hjá SIC og við hjálp frá Eddie Jacobsen blivu teir lidnir við endaliga mixið 22. november. Fløgan kann so sigast at vera klár, men bíðað verður eftir teimum seinastu fingramerkjunum fyri at fullføra projektið.

Eddie Jacobsen sigur at enda, at hann og limirnir í bólkinum gleða seg øgiligt til stóra dagin og eru serliga glaðir fyri allar tær positivu afturmeldingarnar frá fólki, bæði innan- og uttanlands.

-Nú tá Seth hevur útsett arbeiðið, er eingin ivi um, at fløgan ikki kann koma út fyrr enn í januar 2007 men hetta gera tað bara meira spennandi sigur Eddie Jacobsen, guitarleikari í SIC.



Møguligt er enn at hoyra og síggja brot úr komandi fløguni hjá SIC á teirra myspace síðu. www.myspace.com/sicsix6