Siga kortanei til tunnilin

Sambært kanningini, sum vit hava havt her á in.fo seinastu dagarnar um Skálafjarðatunnilin, so er stórur meiriluti ímóti, at tunnilin skal gerast.

 

Nú skal ein slík kanning sjálvandi takast við øllum fyrivarnum, tí hon hevur ikki vísindaligt virði. Men tølini kunnu siga nakað kortini.

 

Í skrivandi stund hava 4.651 greitt atkvøðu, og av teimum eru 66,6 prosent, sum siga, at tunnilin skal ikki gerast.

 

19,9 prosent siga, at hann skal gerast í einum almennum felag.

 

13,6 prosent siga, at hann skal gerast í einum privatum felag.

 

Hóast landsstýrissamgongan ikki er samd um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, so er mangt sum bendir á, at samgongan fær hjálp úr andstøðuni at samtykkja uppskotið.

 

Bárður Nielsen, Bjarni Djurholm og Jenis av Rana hava alment boðað frá, at teir taka ikki undir við uppskotinum og fara ikki at atkvøða fyri.

 

Men Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum hevur eisini alment boðað frá, at hann tekur undir við uppskotinum. Løgmaður sigur, at 150 milliónir úr fænum hjá gamla Landsbankanum verða brúktar til partapening í P/F Sandoyartunlinum, og tað fegnast Gerhard Lognberg um, sum harvið gongur beint ímóti sínum egna flokki og sínum egna formanni, sum hevur annað uppskot um at at gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin í almennum felag.

 

Hin andstøðutingmaðurin á Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, hevur eisini alment sagt, at tess meira ítøkilig loysnin verður, sum kann gera Sandoyartunnilin til veruleika, tess størri áhuga hava hann fyri henni.

 

Tú kanst eisini atkvøða ovast á forsíðuni á in.fo – síggið úrslitið her!

 

Lesið eisini: Stórvask í Javnaðarflokkinum

 

Lesið eisini: Páll á vippuni

 

Lesið eisini: Gerhard bjargar samgonguni