Tað kann ikki bera til, at Dominique Strauss-Kahn royndi at neyðtaka eina kvinnu á einum hotelli í New York. Tað siga verjar hansara við franska útvarpið RMC. Verjarnir siga, at Straus-Kahn var á einari matstovu saman við dóttir síni júst um tað mundið, tá kvinnan sigur, at hann royndi at neyðtaka seg.
Verjarnir siga, at IMF-stjórin fór av hotellinum um middagsleitið at fáa sær eitt ábit saman við dótturini. Tá tey vóru liðug at eta, fór hann í móttøkuna á hotellinum við lyklinum til kamarið og haðani beinleiðis við einum hýruvogni til JFK-floghavnina, har hann seinni bleiv tikin.
Verjarnir siga við útvarpið, at teir hava bæði prógv og vitni, sum vátta frágreiðingina.