Óli Jacobsen
Hesi vóru øll børnini hjá Siggu Sofíu og Georg Teth Joensen. Hon var úr Funningi, og hann var av Eiði. Tey eru so endað í Havn, har øll børnini eru jarðað í besta aldri.
Pápi Georg var Hans Jacob Joensen f. 1825. Hann var handilsmaður. Pápi hansara æt Joen Michelsen, og hann var eisini handilsmaður á Eiði.
Mamma Georg æt Dorthea Ejdesgaard f. 1841. Pápi hennara Hans Andreassen stendur til at hava verið skúlalærari.
Foreldrini hjá Georg eru helst deyð ung, tí 18 ára gamal stendur hann til at búgva hjá beiggjanum Hans.
Georg giftist 31.januar 1904 í Eiðis kirkju við Siggu Sofíu Petersen f. 2. juni 1873. Hon var úr Funningi. Hon var dóttir Elsebeth Andrassdóttir f. 1837 og Johannes Petersen f. 1839 undir Reyni í Funningi. Hann stendur til at vera keypmaður eisini.
Hon var tískil systkinabarn Knút Petersen eldra, kendur skómakari í Havn, sum giftist við Isalinu, systir Djóna í Geil. Onnur systkinabørn í Havn vóru Anna Sofía Egholm og Nella Tórsheim.
Sigga og Georg hava búð á Eiði tey fyrstu árini, tí tvey elstu børnini eru fødd á Eiði, tað seinna í 1908.
Tað einasta, sum vit vita um hann á Eiði er, at hann róði út í 1905 við 5-mannafarinum Elisa av Eiði.
Tey eru so flutt til Havnar eftir 1908, tí seinasta barnið er føtt í Havn í 1915.
Mistu øll børnini
Sigast kann, at eydnan hevur ikki verið við teimum í Havn. Øll teirra børn doyðu í besta aldri.
Elsta barnið var Dorthea Elisabeth Maria, fødd í 1905. Hon varð konfirmerað í Havnar Kirkju 1. oktober 1922, og hon doyði 17. mars 1930, bara 25 ára gomul. Hon doyði á TB, sum var ein deild á Dr. Alexandrines Hospital, nú Landssjúkrahúsið.
Ella, systkinabarn hennara, var tá sjúkrasystur á TB. Dorthea visti hvønn veg tað bar, og hon bað systkinabarnið lova sær at gera seg "í stand", tá ið tíðin var inni!
Næstur var Petur Johannes Jacob Emil Sofus. Hann var føddur í 1908, og varð konfirmeraður 25. 10 1925. Hann doyði 4.8. 1933, eisini 25 ára gamal.
Yngstur var Hans Jacob Sonne f. 1915. Hann doyði longu í 1931, ikki 16 ára gamal.
Tískil mistu tey síni trý tilkomnu børn innan fyri góð trý ár. Tey eru vist øll deyð av tuberklum. Hava kanska smittað hvørt annað. Petur gjørdist fyrst sjúkur men yvirlivdi bæði systkini.
Gomul havnarfólk minnast tey bæði. Tey minnast eisini, at Sigga plagdi at vera so “trist”, tað var ikki løgið.
Í Havn búðu tey ymsastaðni. Fólk minnast tey at hava búð yviri í Trøð í húsinum hjá Petru og Jens Olsen, kendur handilsmaður í Havn. Tey hava búð í Rættará og í húsunum har Kondittaríið hjá Restorff seinni helt til.
Gjørdist skipari
Georg Teth Joensen var føddur 4. januar 1872 og tók skiparaprógv hjá Jens Mohr í 1901. Fyrsta skipið hann førdi mundi vera Lalla Rookh, kanska bert onkran túr. Hetta var kenda skipið hjá Jens Mohr.
Georg førdi H.M. Stanley hjá Garðamonnum í 1903. Í 1904 førdi hann Snowdrop eisini hjá Garðamonnum í Vági í farmasigling. Vágssluppina Reginu førdi hann í 1905. Annars hevur hann verið bestimaður hjá Christian Evensen í nógv ár. Hann var havnarmaður og búsettist í Grimsby. Men hann reiddi út ein stóran flota, sum fyri ein stóran part fiskaði undir Íslandi, har hann eisini hevði virksemi á Akureyri. Tað vóru nógvir føroyingar við hansara skipum.
Georg var skipari á deksbátinum Mariu Elisabeth í 1911.
Ì 1917 førdi Georg helst sluppina Valderø hjá kunoyingum. Hann fór tá út at sigla og var burtur í mong ár.
Eftir hesum at døma er hann farin út at sigla aftaná, at hava fingið trý børn og tað yngsta hevur bert verið fá ára gamalt. Tá var einki sum var at koma heim í feriu.
Beiggin var ævintýrari
Men tað hevur ikki bara verið Georg í ættini, sum hevur verið siglt úti í heimi. Tað sama hevur beiggin Jógvan.
Jógvan Joensen var føddur 4. juni 1862 og fór 18 ára gamal at sigla við skonnartini Frederiksvaag hjá Restorff. Seinni var hann nøkur ár við útlendskum skipum. Jógvan í Pállstovu tók stýrimansprógv á Nordby á Fanø 30. november 1888 og skiparaprógv 8. februar 1901 í Keypmannahavn. Hann sigldi nú sum stýrimaður og skipari við donskum seglskipum, til hann noyddist á hospital í Cadiz. Tá ið hann var frískur, fekk hann samband við skipsmeklara, sum skuldi skaffa skipara til danskt skip, og tók Jógvan við hesum starvi. Tá vísti tað seg, at hetta var Sjóløvan hjá Niels Juel Mortensen, sum skuldi til Føroya. Hetta var undir fyrra heimsbardaga. Ermasund var blokerað, tí skuldi verða siglt vestan fyri Ísland. Men teir fingu so nógvan mótvind, at teir kortini hildu á Ermasund, og teir komu eisini heim í øllum góðum.
Jógvan hevði tá verið heimanífrá í 38 ár. Hann fór til Eiðis og varð verandi har. Onkuntíð var hann flaggskipari við føroyskum sluppum undir Grønlandi.
Jógvan doyði í sama húsi, sum hann var føddur í, tann 21. oktober 1943.
Jógvan var ein rættiligur ævintýrari. Men tíverri veit familjan ikki nógv um hansara lív í útlandinum. Tey vita bert, at hann arbeiddi á einum hotelli í New York, var gullgravari í Australia og at hann eisini var í Suðurafrika, har hann eina ferð kleiv upp í eitt træ undan einum óðum tarvi!
Jógvan og Georg vóru pápabeiggjar Onnu, konu Poul Hansen, sum var kendur reiðari í Havn.
Seinastu árini búði Georg á Ellisheiminum. Poul hjá Aksel Hansen sigur, at Georg vitjaði tey javnan í Hornabø, har hann fekk eitt glas av portvíni og eina serut. Hann doyði í apríl 1966, 94 àra gamal.
Keldur:
Føroya Siglingarsøga
Poul Hansen
Símun Hansen: Havið og vit I