Tey, sum hava havt brúk fyri at sigla ímillum Suðuroy og Havnina við Smyrli hesar seinastu vikurnar, hava varnast, at ferðaætlanin hevur verið broytt mitt í viku, bæði týsdagar og mikudagar.
Men Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at týsdagurin í næstu viku, er seinastu ferð, at ferðaætlanin verður órógvað, tí eftir tað verður siglt eftir vanligari ferðaætlan.
Hann sigur, at orsøkin til forstýrilsið er, at nakrar rivur eru komnar í onkrar bjálkar frammaliga í skipinum uppi á sætta og sjeynda dekki, og at tað eru tær, sum verða umvældar. Ein máti varð at leggja skipið í nakrar dagar, men so lá Suðuroy við ongum ferðasambandi, og tað varð ikki mett at vera ráðiligt.
Tí hava tey heldur lagt ein túr burtur ímillum mikudagar, har arbeitt er um borð. Samstundis eru eru fráferðir týsdagar úr Havn eisini útsettar, bæði fyri at handverkarar fáa arbeitt longri umborð, og fyri at fólk, sum koma við flogfarinum um kvøldið, ikki skulu bíða heilt til kvøldið eftir, áðrenn tey sleppa suður. Sostatt taka umvælingarnar longri tíð, men ferðasamband er hvønn dagin.
Rakstrarleiðarin sigur, at arbeiðið umborð er ikki liðugt. Tað verður liðugt um ein mánað, men tað, sum er eftir, kann gerast uttan at órógva ferðaætlanina.
Hann sigur, at tað er einki óvanligt í at skip fáa rivur av hesum slagnum, helst skip, sum verða so hart roynd, sum Smyril. Men nú hava tey bundið um heilan fingur og umvæla skaðan, áðrenn hann verður lagdur. Smyril er stórur og tungur, og av tí at hann pløgur seg ígjøgnum aldurnar, heldur enn at rulla meiri, er tað ein øgilig orka, sum setir ígjøgnum skipið, so hetta er einki óvanligt, sigur rakstrarleiðarin.