Eftir sjey ára skúlagongd fór Sigmar til skips. Tey fyrstu árini sigldi hann við sluppum og var m.a. við Westvard Hoo, sum mammubeiggin Marius førdi. Seinni fór hann til Íslands, har sigldi við einum trolara, ið kallaðist July.
Ein sertøk hending sum Sigmar hevur verið úti fyri, var einaferð teir skuldu fara til Grønlands at fiska. Við á túrinum vóru 13 mans og var farið var fríggjadag 13. Hetta var lítið hildið um millum heimafólkið, at bróta slíkan sið og útfordra lagnuna.
Túrurin yvir gekk væl, og teir høvdu sera gott fiskarí. Men aftaná 14 dagar gekk so galið, skipið rendi upp á eitt sker, og manningin noyddist at fara í bátarnar. Eftir at hava róð í nakrar tímar, komu teir til eina lítla óbygda oyggj. Her vóru teir eina heila viku á hesum oydna stað, uttan at hava nakað stórvegis til matna og at drekka.
Ein dagin siggja teir, at ein maður kemur rógvandi við kajakk framvið, og rópa allir menn um hjálp. Maðurin í kajakkini varnast teir og kemur inn til teirra. Hann fór inn á fastlandið eftir hjálp, og komu allir heilskapaðir frá hendingini. Hesu søgu hevur Sigmar mangan fortalt, og sigur at man ikki eigur at gera gjøldur burtur úr pátrúgv.
Men eftir nøkur ár sjónum avgjørdi Sigmar at gerast landkrabbi. Fyrstu árini arbeiddi hann hjá Thomas Dam. Seinni fór hann at koyra bussin hjá Óla Arge (Bil Óla). Onkur helt skemtandi fyri, at minsti maður í Havn skuldi koyra størsta bilin í býnum. Sum tíðarnar batnaðu í 60-unum, avgjørdi Sigmar at keypa sær ein lastbil, og varð hetta hansara lívsstarv. Hann arbeiddi fleiri ár hjá E. Pihl & Søn við sínum egna lastbili, og var hann sera væl lýddur í sínum starvi. Hann er sera røkin og hevði altíð vælhildnar bilar.
Í 1972 gjørdist Sigmar sjeyndadags adventistur, og hevur hann m.a. verið umboð í skúlaráðnum í Adventistaskúlanum í fleiri ár.
Sigmar er giftur við Emmu f, Viderø, úr Havn, dóttir Birgitte f. Joensen, vanliga nevnd Birtha, og Niels Johannes Viderø, bæði av Viðareiði og búsettust í Havn.
Sigmar og Emma eiga ein son, Birgir, ið er giftur við Agnieszku úr Pólandi, og eiga tey tvey børn: Emmu og David Sigmar. Nú Sigmar er vorðin pensionistur, brúkar hann nógva tíð saman við abbabørnunum, og eisini eru stundir til at røkja tann vakra urtagarðin við Hoydalsvegin.
Við hesum orðum ynskja vit Sigmar nógv góð ár framyvir við ynski um Guds ríku signing.
Familjan