Fleiri spennandi útlendsk og føroysk nøvn fara á pall á Vaglinum í Havn leygarkvøldið 21. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fimtu ferð skipar fyri Tórsfest. Longu nú er greitt, at Burhan G, Danny & The Veetos og Burak Yeter verða millum nøvnini. Og í dag kunngera fyriskipararnir, at Signar í Homrum eisini fer at luttaka.
Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni. Vit kenna hann við løgum sum ”Tað er gott at elska”, ”Mín skattur” og ”kærleikans mátt” sum nærum eru blivin fólkaogn.
Signar í Homrum hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í mong ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur.
Signar fer á pall við fullari manning. Við sær hevur hann James Olsen á trummum, John Johansen á bass, Magna Husgaard á keyboard og Høgna Fagraberg og Mikkjal Hvannastein á guitara.