Signar á ferð

Signar í Homrum hevur áður roynt at spælt í fleiri støðum uppá ein dag, og er hetta við einum lastbili, har øll ljóðútgerð er tøk.

Í morgin fer Signar aftur á ferð, skrivar Runavíkar Kommuna:

Fríggjadagin 18. september fer Signar í Homrum við bólki at framføra í ymiskum bygdum í Runavíkar kommunu.

Skrá:
14.00: Runavík - við ellisheimið
15.00: Rituvík - við skúlan
16.00: Runavík - við býráði
17.00: Skála - við Prestá
18.00: Funningsfjørður - við havnalagið
19.00: Funningur - við skúlan
20.00: Oyndarfjørður - Niðri í túni