Sigrar til tvey føroyingalið í bestu donsku hondbóltsdeildini

Ajax vann á útivølli og Nykøbing Falster vann á heimavølli

Hetta gjørdist eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti. 

 

Lív S. Poulsen, Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax spældu á útivølli móti Horsens.

 

Ajax vann dystin 27-25. Í fyrra hálvleiki var Ajax greitt omaná, og var á odda 13-8 í steðginum. Tað eydnaðist Horsens at minka um munin til 23-25 móti endanum, men tá fekk Ajax skorað tvey mál aftrat áðrenn Horsens slapp at pynta um úrslitið. 

 

Lív skoraði trý mál og Súna skoraði tvey og legði upp til eitt mál í kvøld. 

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster vunnu ein góðan 32-27 heimasigur á Esbjerg, ið hevur m.a. norsku Noru Mørk á liðnum. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 19-17.

 

Ta løtuna Annika slapp at verja málið hjá Nykøbing Falster bjargaði hon fýra av 11 málroyndum hjá Esbjerg. 

 

Nykøbing Falster er triðfremst við 14 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Odense sum hevur 18 stig.

 

Ajax er nummar níggju í deildini við sjey stigum.