1. deild menn:
StÍF-VÍF 23-26 (12-8)
Vestmenningar høvdu ongan lættan dyst í ítróttarhøllini á Skála leygardagin, men júst sum seinasta vikuskiftið vóru teir at enda omaná.
Hesaferð var tað StÍF, sum gav VÍF ein skarpan gang, men at enda gjørdist munurin millum liðini sjónskur, tí VÍF?arnir orkaðu betur seinasta partin av dystinum, og í Inga og Áka Olsen eiga teir spælarar, sum einsamallir kunnu avgera dystir.
Í hálvleikinum var StÍF frammanfyri við fýra málum, og tað var fult uppiborið eftir ein góðan fyrra hálvleik, har heimaliðið gav teimum knapt 200 áskoðarunum nakað at rópa hurrá fyri. VÍF kom tó fram um 4-2, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki tók heimaliðið yvir, og fór frá 4-6 til 9-6. Hesa løtun var lítið um meistaraliðið úr Vestmanna og StÍF?arnir høvdu tamarhald á dystinum.
Í hálvleikinum var støðan 12-8 til StÍF, og stóri spurningurin var tað, um StÍF fór at klára at halda dampinum uppi í seinna hálvleiki. Og tað kláraðu teir rættiliga leingi. VÍF tók seg spakuliga inn á StÍF, javnaðu til 14-14 tá átta minuttir vóru spældir, men StÍF helt tørn til átta minuttir vóru eftir. Tá fór VÍF fram um við fýra málum, og ta leiðsluna lótu teir ikki frá sær í seinastu minuttunum.
Annan dystin á rað hevur VÍF fingið at vita, at teir kunnu ikki taka sær av løttum, men verða noyddir at avrika nakað hvørjaferð fyri at vinna. Men tá teir koma í gongd, klárar eingin at standa teimum kurl.