Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst og liðfelagar hansara í Silkeborg endaðu 2009 við einum stórsigri á heimavølli. Brøndby var á vitjan, og teir blágulu máttu heimaftur úr Silkeborg við einum 3-0 tapi. Talan er um fjórða ósigurin á rað hjá Brøndby.
Brøndby hevði annars ein risastóran málmøguleika at leggja seg á odda tíðliga í dystinum, men Martin Bernburg misnýtti opna málmøguleikan. Beint undan steðginum hevði Christian Lamhauge Holst ein stóran málmøguleika, men hann fekk ikki nóg nógva ferð á skotið, og Stephen Andersen fekk vart fyri.
Í seinna hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá Silkeborg. Tann altíð vandamikli, Rajko Lekic, Martin Svensson og Jesper Bech syrgdu fyri teimum trimum málunum hjá Silkeborg.
Gamla verjukempan hjá Silkeborg, Steven Lüstü spældi sín seinasta dyst í dag, og vóru liðfelagarnir sera fegnir um, at hann kundi enda yrkisleiðina á hægsta støði við einum stórsigri á Brøndby.
Silkeborg heldur vetrarferiu á einum fjórðaplássi. Silkeborg hevur 29 stig fyri 18 dystir.