Silkivegurin er vorðin heroinvegur

Fyri fleiri hundrað árum síðani var Silkivegurin nðttur til at flyta silki og kryddurtir úr Asia til Evropa. Í dag verður vegurin nðttur til at flyta rúsevnið heroin. Fyrr gav flutningurin eftir Silkivegnum framburð og trivnað í Evropa. Í dag er farmurin oyðandi

Í nútiárunum var blóðugt borgarakríggj í gamla sovjetlððveldinum Tadjikistan, og búskapurin varð lagdur í oyði. Í dag er landið eitt av teimum fátækastu í heiminum. Nøkur forvinna sær til lívsins uppihald við at dyrka bummull, meðan onnur hava kent seg noydd at fáa inntøkuna burtur úr einum øðrum hvítum evni, heroini.
Stutt frá ánni Pjardzi standa fleiri hundrað tadjikiskir vaktarmenn og eygleiða tað oydna lendið hinumegin tað afghanska markið, tí haðani koma umleið 80 prosent av øllinum heroininum í heiminum. Fyri nøkrum vikum síðani lógu vaktarmenninir og bíðaðu ímillum runnarnar. Teir høvdu fingið at vita, at ein størri nøgd av heroini var á veg ímóti markinum. Stutt fyri midnátt tað eina kvøldið kom ein bláur bilur eftir tí vánaliga vegnum. Tveir menn vóru í bilinum, men teir mundu óra ilt, tí brádliga vendu teir. Teir tadjikisku vaktarmenninir lótu fleiri skot av eftir bilinum, sum endaði í einari grøv.
Tað vísti seg, at smuglararnir høvdu 50 kilo av heroini í bilinum.Í vesturlendskum oyrum ljóðar tað næstan ótrúligt, men hjá teimum tadjikisku vaktarmonnunum var fongurin ikki størri, enn teir eru vanir við.
Taliban-stðrið
Í Sovjet-tíðini var tað 1.400 kilometrar langa markið ímillum Tadjikistan og Afghanistan stongt. Í dag er er øvugt, og opium og heroin í stórum nøgdum verður flutt um markið, haðani tað fer til Russlands og Vesturevropa. Hendan smuglaraleiðin hevur fingið navnið Silkivegurin eftir teirri gomlu leiðini, sum fyrr bleiv nýtt til at flyta kryddurtir og silki til Vesturheimin.
Fyrr vórðu opium og heroin úr Afghanistan flutt ígjøgnum Iran, Turkaland og Balkan-londini til Vesturevropa, men sambært ST er tann nðggi Silkivegurin vorðin tann mest nýtta heroin-smuglaraleiðin ímillum Afghanistan og Evropa.
Teir tadjikisku myndug-leikarnir viðganga, at tað er ikki lætt at forða flutninginum. Í 1999 framleiddi Afghanistan næstan 80 prosent av øllum heroininum í heiminum, og næstan 90 prosent av heroininum, sum bleiv selt í Vesturevropa, kom haðani. Árið eftir bannaði Taliban-stðrið afghanum at dyrka opium, og bannið vísti seg at virka sera væl. Í 1999 dyrkaðu teir afghansku bøndurnir umleið 4.600 tons av ráopium, men framleiðslan minkaði niður í 200 tons, eftir at bannið var komið í gildi.
USA torir ikki
Men tá amerikanararnir og aðrir róku Taliban-stðrið frá, fóru teir afghansku bøndurnir aftur at dyrka opium, og sambært ST fer heystið at seta met í ár. Stjórnin í Kabul hevur sett bøndrunum forboð fyri at dyrka opium og at gera heroin. Men boðini frá stjórnini hava onga ávirkan, tí stjórnin hevur bara ræðið í sjálvum høvuðsstaðnum, og lokalir krígsharrar forvinna nógvar pengar burtur úr heroinsmuglingini. Teir hava tí ongan áhuga í at hjálpa stjórnini.
Í Tadjikistan vilja myndugleikarnir vera við, at afghanar hava minst 400 rannsóknarstovur, sum gera heroin, og 80 teirra eru á leiðini við tadjikiska markið. Tadjikar halda, at Vesturheimurin má taka sær um reiggj.
? Rúsevnissmuglingin úr Afghanistan er tann størsta inntøkukeldan hjá altjóða yvirgangi, sigur heryvirmaðurin Avaz Juldasjov, sum er leiðari hjá teimum tadjikisku vaktarmonnunum við afghanska markið. Hann vísir á, at altjóða serfrøðingar gita, at samband møguliga er ímillum teir afghansku rúsevnabarón-arnar og yvirgansgmenn, men tað er ikki neyðugt at gita, sigur hann. Tí tað er so.
? USA kundi sent sínar hermenn higar at steðga virkseminum, men sannleikin er, at teir tora ikki. Tann afghanski búskapurin liggur í sori, og teir hava einans heroinið at liva av. Tekur USA hesa inntøkuna frá teimum, kemur eldur í Afghanistan, sigur Avaz Juldasjov.
Higartil í ár hava teir tadjikisku myndugleikarnir lagt hald á góð fýra tons av heroini úr Afghanistan, og teir rokna við, at nøgdin verður væl størri, tá árið endar. Men tølini geva samstundis eina greiða ábend-ing av, hvat er hent í Af-ghanistan. Tá Taliban-stýrið ráddi fyri borgum, komu bara nøkur fá kilo um markið. Tey serkønu halda, at í fjør útfluttu teir afghansku smuglararnir umleið 120 tons av heroini ígjøgnum Tadjikistan.
Stórar avleiðingar
Einum nýtist ikki at leita leingi í Miðasia fyri at finna avleiðingarnar av heroinflutninginum úr Afghanistan. Í grannalondun-um Iran og Pakistan eru fleiri milliónir misnýtarar. Eingin veit, hvussu nógvir misnðtararnir eru í teimum gomlu Sovjetlýðveldunum, men summi halda, at har eru minst 300.000.
? Í Sovjettíðini høvdu vit ongar rúsevnamisnýtarar í Tadjikistan, men í dag ber til at keypa heroin á gøtuni. Tølini vísa, at vit fáa fleiri og fleiri misnýtarar, og eyðkvæmið er eisini farið at breiða seg, sigur Tozjburi Khotamuri, sum stendur á odda fyri einum stovni, sum hjálpir illa komnum kvinnum í Tadjikistan.
Hon sigur, at kvinnurnar tora ikki at siga øðrum, at menninir eru misnýtarar. Í Tadjikistan er tað maðurin, sum ræður í heiminum, og hann hevur altíð rætt. Tí verður tað dult sum mans-morð, at maðurin er misnýtari. Hetta endar ofta við harðskapi og øðrum, og so við og við fer heimið í upp-loysn.
Vinningurin dregur
Russar royna at verja seg ímóti heroinflutninginum. Fleiri túsund russiskir hermenn eru á varðhaldi við tað afghanska markið, men næsta ár fara teir haðani. Tá skal løgreglan taka við eftirlitinum. Tey, sum royna at tálma flutninginum, siga hetta vera eitt afturstig, men russar hava svarað, at tað ger tað sama, hvussu nógvar hermenn ella løgreglumenn teir hava við markið, tí rúsevnið kemur fram kortini.
Sannleikin er eisini, at vaktarhaldið við afghanska markið er ikki serliga gott. Ætlar tú tær um markið við eitt sindur av heroini, sleppur tú ígøngum við at rinda einar 100 ameri-kanskar dollarar.
Tað eru eisini teir fægstu smuglararnir, sum verða tiknir, og vinningurin er øðiligur. Í Afghanistan kunnu smuglararnir keypa eitt kilo av heroini fyri einar 2500 krónur, men tá vøran kemur á gøturnar í Moskva ella Vesturevropa, er prísurin 500-faldaður. So tað er einki at siga til, at teir afghansku bøndurnir velja at dyrka opium, og at smuglararnir seta lívið í váða fyri at fáa tað av landinum til misnýtararnar í Russlandi og Vesturevropa.
(Kelda: Aftenposten)