Silver League: Avrikaðu væl móti Eysturríki í triðja settinum

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti tapti 0-3 fyri Eysturríki eftir misjavnt avrik

Mynd: FBF

FBF skrivar á Facebookvanga sínum:

 

Føroyar taptu 3-0 fyri Eysturríki eftir misjavnt avrik

 

Silvurligan, kvinnur:

 

Føroyar – Eysturríki 0-3 (13-25, 9-25, 22-25)

 

Føroyar fingu frálíka byrjan upp á dystin og løgdu seg á odda 3-0 og 6-4 og hildu stand til 12-12, tá alt skramblaði saman, og Føroyar bara vunnu eitt stig afturat og taptu settið 25-13.

 

Trupla gongdin helt á í øðrum setti, har Eysturríki legði seg á odda 10-1, áðrenn settið varð vunnið 25-9.

 

Í triðja setti komu Føroyar fyri seg aftur, og støðan gjørdist 6-6, áðrenn Eysturríki sleit seg leyst og legði seg á odda 10-6. Føroyar svaraðu tó aftur og bardu seg upp á 11-12 og 15-16, áðrenn Føroyar javnaðu til 20-20 og aftur til 22-22. Eftir at føroyska smassjið brast í netið, fekk Eysturríki dystarbólt, og hann var gagnnýttur til fulnar við dundursmassji, so Eysturríki vann settið 25-22 og dystin 3-0.

 

Anja Danielsen var aftur í dag toppskorari hjá Føroyum við átta stigum. Í dag fingu vit einast tvey stig í blokkinum, og teir báðar átti Sharon Holm Haynes.

 

Næsta vikuskifti spæla Føroyar í triðja og seinasta umfarinum í Luksemborg, har mótstøðuliðini eru Luksemborg og Ísland. Skrivar FBF á Facebookvanga sínum. 

 

Mynd: FBF