Silvurbrúdleyp og fimti ára føðingardagur

Týsdagin 25. november hava hjúnini Bente og John Kjær í Havn verið gift í 25 ár. Dagin fyri, 24. november, fer John um tey fimti.

Bente er dóttir Sonju og Alf Kristoffersen í Havn, og foreldrini hjá John vóru Esther Johansen og Poul Juul Kjær á Tvøroyri.
Bente var nógv ár økonoma á Føroya Barnhaheimi. Í dag starvast hon í køkinum á Landssjúkrahúsinum. John er skjalavørður á Føroya Landsskjalasavni.
Bæði eru væl lýdd millum arbeiðsfelagarnar og eru sera dugnalig í arbeiði
sínum. Bente og John eru millum manna kanska meira kend fyri annað virksemi enn teirra dagliga arbeiðið. Bæði hava altíð nýtt nógva orku í ymsum sjálvbodnum og óløntum virksemi. Eitt nú eru bæði virkin innan fakfelagsrørsluna. Bente hevur í nógv ár verið forkvinna í Økonomafelag Føroya, meðan John er nevndarlimur í Starvsmannafelagnum og formaður í Eftirlønargrunni Starvsmannafelagsins.
Bente er limur í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju og er eisini í nevndini, ið
arbeiðir við at fáa nýggja kirkju bygda í Hoyvík. Hon situr eisini í
stýrinum fyri Lágargarð.
John hevur frá ungum árum av nýtt nógva orku í ymsum frítíðararbeiði. Fyrst í skótaliði og ungmannafelag, men tað er tó ítróttararbeiðið, ið hann hevur lagt størstu orkuna í. Hann var ein teirra, ið stovnaði Fótbóltssamband
Føroya og hevur verið stjórnarlimur í ÍSF í nógv ár. John er málkønur og
áhugaður í fremmandum viðurskiftum. Hann arbeiddi innan FSF tá
Fótbóltssambandið fekk limaskap í UEFA og FIFA og tað hevur verið nattúrligt hjá honum at arbeiða við oyggjaleikum. Hann hevur verið við síðan byrjanina, var við at stovnseta altjóða meginfelagsskapin og var í nógv ár nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini. Eitt skifti sat hann sum formaður.
Fyri arbeiði sítt er John kosin heiðurslimur í altjóða IGA-felagsskapinum.
Eisini Bente hevur verið aktiv innan oyggjaleikir, bæði sum fyriskipari og
ferðaleiðari. Fyri leiklut teirra í føroysku ítróttarørsluni eru Bente og
John heiðraði av Ítróttasambandi Føroya. Hon við silvurnál og hann við
silvur- og gullnál. John var í nøkur ár ítróttarskrivari á Sosialinum.
Bente og John eru fryntilig og prátingarsom fólk, ið dáma væl at hava fólk
rundan um seg. Luttøka teirra í oyggjaleikunum hevur givið teimum nógvar vinir kring nærum allan heim, og í húsum teirra í Hoyvík kemur mangan fyri, at nógv fremmand tungumál eru at hoyra. Antin tí at útlendskir gestir eru komnir, ella tí at onkur er í telefonini.
Bæði eru ung av lyndi og trívast væl saman við ungfólki. Teimum dámar tí væl tá vinfólkini hjá børnunum støkka inn á gólvið.
Meðan John ongantíð alment hevur givið til kennar, um hann hoyrir til ella
styðjar ávísan politiskan flokk, so er annaðleiðis við Bente. Hon hevur í
nógv ár verið aktiv í politikki. Hon er nevndarlimur í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag og var eitt tíðarskeið forkvinna í felagnum. Hon er støðuføst
og varðveitir grundhugsanina um frælsi, javnað og brøðralag, sum grundarlag fyri einum tryggum samfelag.
Tá tey bæði týsdagin hátíðarhalda silvurbrúdleyp og føðingardag, verður
hvørki av børnunum við. Bæði eru stødd uttanlanda. Rúni í Danmark í
útbúgvingarørindum og Svanna í Grikkalandi, har hon hevur arbeitt í eitt
knapt ár.
Tey, ið vilja heilsa uppá silvurbrúðarparið hendan dagin, eru vælkomin inn á gólvið í hølum Starvsmannafelagsins í J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn, týsdagin 25. november, har opið hús verður millum kl. 14 og 19, og øll eru vælkomin.