Svágrarnir Birni Dam og Simme Arge Jacobsen

Simme Musikk­hús í vanda fyri at lata aftur

67 ára gamli musikkhandilin Simme Musikkhús er nú í vanda fyri at lata aftur

Svágrarnir Birni Dam og Simme Arge Jacobsen

Simme Musikkhús, sum hevur verið partur av føroyska handilslívinum síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september.

 

Tað sigur Terji B. Vestergaard, sum eigur handilin:

 

– Tá eg keypti handilin í februar 2024 var ætlanin, at eg sjálvur skuldi reka handilin og menna hann víðari. Tíverri hevur heilsan hjá mær, í eitt longri tíðarskeið, verið so vánalig, at tað ikki hevur borið til at staðið fyri dagliga rakstrinum.

 

– Eftir drúgvar umhugsanir og royndir at finna aðrar loysnir fyri handilin, havi eg tí tikið ta truplu avgerð at fyrireika eina afturlating. Seinasta árið havi eg miðvíst verið úti um meg og roynt at funnið ein nýggjan eigara, tí mítt størsta ynski hevur alla tíðina verið, at handilin skuldi liva víðari, føroyska tónleikalívinum at frama. Tíverri, mugu vit nú staðfesta, at hesar royndir higartil ikki hava borið á mál, sigur hann.

 

Terji B. Vestergaard vísir á, at tað er týdningarmikið fyri hann at leggja dent á, at avgerðin ikki stavar frá rakstrinum.

 

Lesið um handilin hjá Simma við at trýsta her

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

 

–Handilin er væl rikin, og hevur verið væl stuðlaður av okkara góðu og trúgvu kundum, dugnaligum starvsfólki og einum góðum grundarlagið at byggja víðari á. Orsøkin er tí einføld hon, at eg eri komin hartil vegna heilsuumstøður, at tað ikki ber til at halda fram sum eigari.

 

Hann sigur, at hurðin er sjálvandi framvegis opin, um onkur hevur áhuga í at taka yvir handilin og reka hann víðari.

 

– Mín størsta vón er sum sagt, at handilin kann halda fram undir nýggjum eigara.

 

Um eingin loysn fæst, verður handilin væntandi latin aftur í seinnu helvt av september.

 

– Vit koma at lýsa nærri, hvussu og hvat, seinni í august mánaði, og verður handilin fyribils opin sum vanligt fram til tá, sigur han.

 

Tað ber tó ikki til at fáa størri umvælingar framdar ella bíleggja nýggja vøru, nú avgerðin er tikin um at steingja.

 

– At enda vil eg hjartaliga takka kundum, starvsfólkum, veitarum og øllum teimum, sum hava víst handlinum álit og stuðul gjøgnum árini. Tað eri eg inniliga takksamur fyri og harmist líka inniliga um, at vit ikki kunnu halda fram.

 

– Sum sagt er vónin framvegis at onkur er harúti, sum brennir fyri, at søgan hjá Simma Musikkhús kann halda fram við nýggjum eigara, sigur Terje B. Vestergaard, sum eigur gamla handilin hjá Simma Arge Jacobsen, »Simme Musikkhús«.

 

 

 

 

 

Svágrarnir Birni Dam og Simme Arge Jacobsen