Simona gekk undan

Tann av spælarunum hjá Tjaldri, ið mest av øllum gekk undan í steypafinaluni leygardagin, var Simona Petersen, sum vísti ein ótrúligan vinnaravilja frá byrjan til enda

Dagsins spælari hjá Tjaldri í steypafinaluni kundi ikki gerast nakar annar enn 29 ára gamla Simona Petersen, ið veruliga gekk undan á vøllinum. Í verjuni bardist hon sum úlvur á skóg, og í álopinum var hon við til at skjóta Tjaldur á sigurskós.
– Eg vildi bara vinna! Eg gjørdi mítt besta og gjørdi alt, sum eg kundi. Tí eri eg eisini ordiliga glað, nú tað eydnaðist, segði hon eftir finaluna, har hon gjørdist næstbesti málskjútti við 10 málum.
– Frammanundan visti eg, at hetta kundi gerast ein nokk so javnur dystur, og tað var tað eisini, men vit vóru ordiliga tendraðar. Eg segði í morgun, tá vit fóru úr Runavík, at vit skuldu ikki koma heimaftur uttan steypið, og nú kunnu vit fara innaftur og hava steypið við.
Stjørnan hevði møguleika at vinna steypið fjórða árið á rað, men tað eydnaðist ikki. Hinvegin gjørdist hetta fjórði steypasigurin á rað hjá Simonu, sum frammanundan hevur spælt við Stjørnuni.
– Eg veit ikki, um tað er so serligt at vinna á akkurát Stjørnuni, tí nú eri eg við Tjaldri, og so royni eg bara at gera mítt besta her. Men upp á ein máta er tað eisini nakað serligt at vera við til at vinna steypakappingina við Tjaldri, sum ongantíð fyrr hevur vunnið hesa kappingina.