Simple Living

Móti er ikki bara nakað, sum snýr seg um klæðir og hár. Eisini hátturin, sum fólk liva lívið og skipa dagligdagin uppá, verður ávirkaður av mótarákinum. Eitt av nýggju fyribrigdunum, tá tað snýr seg um lívsstíl, er nevnt Simple Living og merkir at liva einfalt. Hetta er mótsvar til stressið, sum tykist hava verið modernað seinastu árini.

Lívsstílur

Simple Living er uppskriftin uppá hvussu tú fært mest burturúr lívinum, uttan at gerast stressaður. Tað snýr seg um at raðfesta dreymarnar, seta realistisk mál og síðani røkka teimum. At finna tað, sum veruliga gevur eydnu og frælsi. Ikki at fresa runt og halda okkum skula klára alt og náa alt, men at velja okkum nøkur fá ting og nýta orkuna uppá tey.
Hetta er ein lívsstílur, sum í mong ár hevur verið nýttur í Asia og fjareystri, m.a. av buddistunum.
Her í vesturheiminum er Simple Living lívsstílurin seinastu árini vorðin ein tilpassað útgáva av buddistiska liviháttinum, soleiðis, at vit kunnu liva minimalistiskt uttan at missa vesturlendsku hentleikarnar.
Høvðusboðskapurin í lívsstílinum er, at vit mugu læra okkum ikki at gerast bundin at jørðiskum ognum og sambondum. Vit hava, tá alt kemur til alt, bert okkum sjálv, og tí mugu tað vera vit sjálvi, sum seta dagskránna í okkara lívi. Ikki sjónvarpið, arbeiðið ella makin.

Buddistiski leiðarin
Ein, ið dagliga hevur við Simlpe Living at gera, er ein buddistiskur leiðari nevndur Lama Surya Das. Hansara ráð eru, at vit mugu sleppa vanahugsanini um, at ?jú meiri, jú betur?. Men í veruleikanum er tað líka ringt at hava ov nógv sum at hava ov lítið. Vit verða uppald til at savna inn undir okkum, soleiðis at vit kunnu liva eitt gott lív. Men Lama Surya Das heldur ikki, at ognir geva okkum eitt gott lív. Hann sigur, at ognir eru sum tung barlast, ið bara tyngir um lívsleiðina. Fá fólk eru, sum megna at hava barlastina á einum rímiligum støði, har hon ger gagn, heldur enn skaða.
Allar flestu fólk hava savnað sær so nógva barlast, at tey ikki fáa farið haðar tey veruliga ynskja, tí tey megna hvørki at venda skútuni ella fáa hana úr stað. Um ikki tey byrja at skilja seg av við barlastina, eru tey fastløst. Men av tí, at flestu ognirnar eru minnir, er tað sera torført hjá fólki at skilja seg av tær.
Simple Living ástøði sigur, at tað allatíðina eru ósjónligar orkur, sum streyma um okkum. Bæði positivar og negativar. Tað ræður um at halda negativu orkuna burtur, við at lata positivu orkuna streyma frítt. Og tað kann hon ikki, um tað er nógv órudd, tí tá steðgar ferðin. Orkurnar, ið vit hava um okkum, ávirka lívið meiri enn vit kunnu ímynda okkum. Tískil ræður tað um at skilja okkum av við alt, sum vit bert hava tí vit ikki orka at blaka tað út. Alt, sum ikki tænir einum endamáli, skal fara.
Besta staðið at byrja, er at tøma klædnaskápið ella eskjurnar á loftinum. Alt tað, sum tú ikki hevur verið í ella hugt at í trý ár, kanst tú rudda út, tí tað fært tú eyðsæð livað fyriuttan.
Lama Suryia Das sigur, at øll tingini, sum vit tveita út, væl kunnu vera til gleði og gagns hjá onkrum øðrum. Um vit geva tað burtur, sum okkum allíkavæl ikki tørvar, so fær tað nógvar positivar fylgjur: Vit fáa ruddað. Positiva orkan fær aftur flutt seg optimalt, og tað hevur, sambært Simple Living, positiva ávirkan á alt okkara lív. Vit gleða onkran annan. Jú meiri vit geva, jú meiri kunnu vit vænta okkum at fáa aftur.
Ført hevur verið fram, at tað so sanniliga tekur nógva orku at ganga og rudda allan dagin. Men endamálið er júst, at tú ikki skalt ganga og rudda allan dagin, tí tú ikki skalt hava nakað sum bert endar sum órudd.

Lívsvegleiðarar
At rudda er tó bara ein partur av Simple Living lívsstílinum. Tað snýr seg eisini um hvussu tú innrættar heimið og hvat tú etur. Tað snýr seg um hvørjar dreymar tú hevur, og hvussu nógvar dreymar tú fært uppfyltar.
Til tess at hjálpa tær við at fáa dreymarnar umskipaðar til realistisk mál, eru sonevndir Lifecoaches, sum skulu leiðbeina og vegleiða teg. Teir virka á umleið sama hátt sum buddistaleiðararnr, bert uttan at vera buddistar. Lifecoach?arnir verða nógv vitjaðir, og hava á ein hátt tikið nakrar av uppgávunum frá sálarfrøðingunum.
Fyrsta teir spyrja teg um, um tú ert so heppin at fáa eina tíð, er, hvat tú veruliga droymir um. Næsti spurningur er, hví tú so ikki bara gert tað. Allaroftast er orsøkin, at fólk hava eitt arbeiði ella eini hús, sum tey ikki kunnu fara frá. Ella ein maka. Ella okkurt annað, sum heldur teimum aftur og bindur tey.
Men aloftast eru grundgevingarnar fyri ikki at liva dreymin, bara undanførslur, tí fólk eru óttafull og fjálturstungin at skula fara undir nakað nýtt. Lívsvegleiðararnir hjálpa tær við at gera finna veruligu orsøkina til undanførðslurnar, hjálpa tær at gera dreymin um til eitt realistiskt mál, so tað gerst lættari at arbeiða fram ímóti tí og at enda at røkka tí. Og tað ger ikki mun um dreymurin er at gerast FM vinnari í talvi, ein ferð rundan um jørðina ella eitt barn. Boðskapurin er, at vit mugu ikki lata okkum binda av okkara tingum og ognum, men skilja okkum av við tað, sum bara ger fortreð og er til ampa.



Tær 7 reglurnar um sunnheit (Skulu í ein kassa av onkrum slag)
1: Frísk luft. Far út hvønn dag og anda nógva fríska luft niður í teg. Bið vinirnar koma ein spaseritúr, ístaðin fyri á café.
2: Sólskin. Bert 15 minuttir av sóskini um dagin gevur tær neyðugu D-vitaminirnar. Og tað hjálpir uppá tunglyndi.
3: Afturhald. Tað ræður um ikki at yvirdríva, men at finna røttu javnvágina á øllum økjum. Javnvág er eitt av høvuðsevnunum í Simple Living. Et við máta, ven við máta, sov við máta. Hav afturhald í øllum sum er gott fyri teg og fráhald í øllum sum ikki er gott fyri teg.
4: Hvíld. Tak ein dag um vikuna, har tú tekur frí frá øllum arbeiði, løntum sum óløntum, og hugnar tær einsamallur, saman við familju ella vinum. Fá minst átta tímar av svøvni hvørja nátt.Rátt verður til, ikki at eta millum máltíðirnar, so eisini sodningarleiðin fær hvíld. Et ein stóran morgunmat, et so ein stóran døgverða 5 tímar seinni og et so ein lættan nátturða um kvøldið.
5: Venjing: Royn at fáa venjingina inn í dagligdagin. Súkkla ella gakk til arbeiðis, serliga um morgunin er gott at fáa gongd á kroppin.
6: Vatn : Vatn hjálpir uppá næstan alt. Gløs av vatni gjøgnum dagin reinsa kroppin og hjálpa honum við at útskilja giftevni. Rennandi vatn hevur eina sera reinsandi ávirkan á sinnið, antin tú fert í brúsu ella setur teg við eina á. At leggja seg í eitt baðikar eftir ein strævnan dag ella áðrenn ein týdningarmiklan dag, er eisini ein sera effektivur háttur at reinsa og fáa nýggja orku.
7: Føði : Vit eru ikki sunnari enn tað vit eta. So um tú fylgir øllum omanfyrinevndu ráðunum, men ikki etur rætt, fært tú ikki stórvegis burturúr. Grønmeti skal helst etast beint úr jørðini, t.v.s. rátt og uttan at verða sproytað við giftevnum. Royn at hava morgunmatin sum størstu máltíðina á degnum, døgverðan sum nærststørstu og nátturðan sum ta lættastu. Á tann hátt fært tú mest burturúr orkuni í matinum.