Tey, sum hava hugt eftir onkrum av venjingardystunum hjá GÍ í ár, hava verið bilsin um at sæð Símun Petur Justinussen úti á vøllinum.
Móti kappingarenda í fjør segði Símun Petur við fjølmiðlarnar, at hann nú fór at gevast við at spæla fótbólt á hægsta stigi.
At hann nú hevur verið við í onkrum av venjingardystunum hjá 1. deild, merkir heldur ikki, at hann
kortini ætlar sær at spæla við besta liðnum hjá gøtumonnum í ár.
? Nei, tað ger tað ikki. Eg havi bert hjálpt teimum í eini tveimum dystum, tá teir ikki hava havt so nógv fólk at taka av, sigur Símun Petur við Ítróttarsosialin.
Hetta merkir tó ikki, at GÍ stendur og manglar fólk til 1. liðshópin í ár.
Fleiri av GÍ-leikarunum eru í hesum døgum við landsliðnum á venjingarlegu í Cadiz í Spania, meðan aðrir eru smáskaddir, og so mugu aðrir traðka til, meðan hesir eru burtur.
? Eg havi ongantíð verið og vant enn. Eg havi bert spælt við í tveimum venjingardystum, móti NSÍ og B36, sigur Símun Petur, sum sostatt avsannar, at hann fer at gera "come-back" í ár.
? Tað kann ikki vera rætt, at ein maður sum eg, ið als ikki havi verið og vant í ár, kann koma á 1. deild, sigur hann.
Komin í nevndina
Men hóast Símun Petur Justinussen sostatt ikki verður at síggja á 1. deild í ár, er hann framvegis sera virkin í felagnum. GÍ hevur lið í øllum teimum fýra ovastu vaksnamannadeildunum í ár, og hann ætlar sær at vera við á 3. deild ella 4. deild. Og harafturat er hann farin upp í nevndararbeiðið hjá felagnum.
? Ja, eg bleiv valdur, og eg helt ikki, at eg kundi siga nei, sigur Símun Petur, sum í nevndini skal arbeiða saman við m.a. nýggja formanninum Jógvani Gregersen, sum gjørdist formaður á seinasta aðalfundi, eftir at
Haldgrím Gregersen hevði verið formaður í eitt mannaminni.
Nýggjar tíðir fyri GÍ, og nýggjar tíðir fyri Símun Petur Justinussen, sum í ár fer at standa uttan fyri vøllin og hyggja eftir gomlu liðfeløgunum hjá sær.
? Teir eru væl fyri, haldi eg. Teir hava vant síðani januar mánað, so tað skuldi verið í lagi í so máta, sigur Símun Petur.
Bárður á Lakjuni er komin til GÍ úr Fuglafirði í ár, men annars eru tað bert gøtumenn, sum manna liðið, sum í ár skal royna at endurvinna føroyameistaraheitið, teir so at siga hava havt einarætt til í 90-unum.
Tað hevur verið upp á tal at fáa styrk uttanífrá, millum annað við at fáa ein áleypara úr Danmark. Hann var eisini í Gøtu og var m.a. við í innandurakappingini Atlantic Cup, men av tí at hann av onkrari orsøk ikki
kundi fáa útbúgvingina hjá sær flutta til Føroya, fór hann aftur til Danmarkar.
Talan hevur eisini verið um at fáa onkran føroyskan álopsleikara til GÍ, men sum skilst verður tað eisini av ongum.
GÍ gjørdist nummar trý í landskappingini í fjør, men vann kappingina um løgmanssteypið. Sostatt skal GÍ umboða Føroyar í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar seinni í ár.