- Sinnisbati ikki hugsað um fakliga støðið

Nevndin í Sinnisbata heitti í gjár á landsins myndugleikar, um at steðga gongdini í Fámarámálinum, soleiðis at Rakul og Johan Dalsgarð framyvir fáa møguleikan at standa á odda fyri serstakari verkætlan, sum skal koma sálarsjúkum til góðar.

 

Nevndini í Sinnisbata vísir á, at mong sálarsjúk hava fingið ágóða av at búgva í Fámará, og tí vil nevndin, at Fámaráfestið verður karmur um og umskipað til eina alternativa námsfrøðiliga sosial- psykiatriska royndarverkætlan í fyribils 5 ár, so at núverandi námsfrøðiliga átak, við Rakul og Jóhan Dalsgaard, kann halda fram.

 

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata sigur við Rás2 í morgun, at tey ikki hava hugsað um, hvussu hendan verkætlan skal fíggjast, og tað blanda tey seg heldur ikki uppí.

 

Samstundis hava tey einki ítøkiligt boð uppá hvussu fakliga støðið í Fámará skal tryggjast.

 

- Sum eg havi skilt tað, so eru tað fólk, sum royna at koma fyri seg, sum fara til Fámará. Hesi hava sum so ikki tørv á viðger, sigur Súsanna Olsen.

 

Súsanna Olsen sigur, at Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið skulu hava eftirlit við Fámará, og eftir fimm ár skal verkætlanin endurskoðast.

 

Meira kann hoyrast um málið í tíðindunum hjá Rás2 á middegi.