Kendi fyrrverandi venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, varð í dag innlagdur á sjúkrahús og alt fyri eitt skurðviðgjørdur fyri eina heilabløðing. Tað skriva bretskir miðlar í kvøld, og Manchester United váttar tíðindini.
Leysasøgurnar byrjaðu longu tíðliga í dag, tá ið sonur Sir Alex, Doncaster-venjarin Darren, ikki var á bonkinum hjá liði sínum í League 1-dystinum ímóti Wigan.
- Sir Alex Ferguson varð í dag í skundi skurðviðgjørdur fyri eina heilabløðing. Viðgerðin gekk væl, men hann hevur tørv á einari tíð á intensiv fyri at betra um møguleikarnar at koma seg. Familjan ynskir í hesum sambandi frið, skrivar Manchester United í tíðindaskrivi.
76 ára gamli Sir Alex Ferguson, sum er úr Glasgow í Skottlandi, var venjari hjá Manchester United frá 1986 og heilt fram til 2013. Hann vann hetta tíðarskeiðið enska meistaraheitið 13 ferðir og Champions League tvær ferðir.