Sirið hitti norðurlendsku starvsfelagarnar

Føroyar og Norðurlond skulu ganga á odda innan grøna orku

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, ið eisini umsitur orkumál, hevur í vikuni verið í Svøríki har hon hitti sínar norðurlendsku starvsfelagar á orkuøkinum. Tað skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.


Ikki óvæntað, so var grøn orka eitt av evnunum, ið bleiv viðgjørt á fundinum millum orkumálaráðharrarnar og endaði fundurin eisini við, at norðurlendsku ráðharrarnir undirskrivaðu eina felags fráboðan um, at Norðurlond skulu ganga á odda at gera orkuframleiðsluna alt meira grøna til tess at tálma útlátið av vakstrarhúsgassum. Fráboðanin tekur støði í Paris-sáttmálanum frá 2015 og Heimsmálunum hjá Sameindu Tjóða fyri burðardyggari menning.


Í tíðindaskrivinum upplýsir Heilsu- og Innlendismálaráðið, at landsstýriskvinnan eisini greiddi frá ætlanunum hjá føroyingum at øll elframleiðsla skal verða 100 prosent grøn í 2030. Harumframt greiddi hon eisini frá øðrum føroyskum átøkum.


- Sirið Stenberg vísti somuleiðis á tey átøk, sum eru gjørd fyri at fremja grøna orkuskiftið, eitt nú, at hitapumpur og elbilar nú eru frítiknir fyri meirvirðisgjald. Eisini vísti hon á uppskotið um at differentiera elprísir til hitapumpur og elbilar og at ein arbeiðsbólkur í løtuni leggur síðstu hond á frágreiðing við ætlanum fyri, hvussu orkumálini kunnu røkkast, skrivar ráðið í tíðindaskrivinum.