Stjórarnir báðir á Føroyaprenti, dóttir og faðir, Sissal H. Hestoy og Jon Hestoy

Sissal H. Hestoy stjóri á Føroyaprent

Á móttøkuni fríggja­dag­in 27. september varð kunn­gjørt, at Siss­al Hofgaard Hest­oy var sett sum stjóri á Føroyaprent.

 

Stjórarnir báðir á Føroyaprenti, dóttir og faðir, Sissal H. Hestoy og Jon Hestoy

Sostatt eru bæði Sissal og Jon Hestoy nú stjórar á Før­oya størsta grafiska virki. 

Sissal er 30 ára gomul og tók prógv sum MSc í altjóða hand­li frá CBS í 2020. Við set­an­ini av Sissal metir nevnd­in, at felagið hevur fing­ið sett nýggjar kreftir við, til eina framhaldandi menn­ing av Føroyaprent og virk­is­økj­um tess. 

Móttøkan var í samband við, at Før­oy­a­prent fylti 20 ár og at stjórin og eigarin hevði rikið egna prentsmiðju í 40 ár. 

Á móttøkuni helt skald­ið Jóanes Nielsen røðu, sum vit prentaðu her í blaðnum seinasta vikuskifti. 

Tey sum vitjaðu inn á gólv­­ið henda dagin, fingu eitt signerað eintak av máln­ing­i­num „Norrøna og Detti­fossur“ eftir Zacharias Hein­e­sen, sum var prentað sum plak­at. Eins og Føroya Lands­or­kest­ur spældi nøkur løg. 

Tað var sannur veitslu­róm­ur í prenthøllini á Hoy­víks­vegi 59, har fleiri hundr­að vinir, kundar og onnur á­hug­aði vóru komin saman at há­tíð­ar­halda stóru dagarnar. 

– Vit eru sera takksom fyri allar heilsanirnar, gávurnar og góðynskini, siga tey á Føroyaprent.

 

Stjórarnir báðir á Føroyaprenti, dóttir og faðir, Sissal H. Hestoy og Jon Hestoy