Tann týdningarmesti stólurin stóð tómur, tá Nobelfriðarheiðurslønin varð latin í dag.
Tað var stólurin, sum fongslaði friðarheiðurslønarmóttkarain úr Iran, Narges Mohammadi, skuldi havt sitið á.
Tað skrivar norskir miðlar – millum annað NRK – úr Oslo.
Meðan Mohammadi sjálv situr í Evin-fongslinum í Teheran, tosaðu børnini hennara vegna hana. Hon fær virðislønina vegna áralanga stríðið fyri rættindum hjá kvinnum í Iran og mannarættindi í heiminum.
Børnini Ali og Kiana Rahmani hava samært NRK ikki sæð mammuna í átta ár. Tey hava heldur ikki tosað við hana í tvey ár.
Í dag lósu tey røðu hennara við tá heiðurslønin varð handað.
– Eg eri vís í, at Nobel friðarheiðurslønini fer at ávirka iranar og stóru rørsluna fyri friði, frælsi og fólkaræði, siga børnini sambært tíðindastovuni NTB.
– Og tað gevur okkum vón og íblástur.
Í oktober varð almannakunngjørt, at Mohammadi fekk Nobelfriðarheiðurslønina.
51 ára gamla Mohammadi er leiðari í »Woman, Life, Freedom« røsluni, sum millum annað fevdni um mánaðarlongu mótmælini í Iran eftir at tann 22 ára gamla Masha Amidi doyði 16. september í 2022.
Amini misti vitið, tá hon var í varðhaldi hjá iransku moralløgregluni. Hon varð handtikin, tí hijab hennara ikki fjaldi alt árið.
Tá Ali og Kiana Rahmani tóku ímóti friðarheiðurslønini, sum forkvinnan í Nobelnevndini, Berit Reiss-Andersen handaði teimum, var sambært NTB lógvabrestum frá standandi áhoyrarafjøldini í ráðhúsinum í Oslo, har bæði kongshúsið og stjórnarumboð vóru.
##med2##
Mohammadi, sum hevur havt heilsutrupuleikar í fongslinum, hevur sambært Reiss-Andersen, hevur avbjóðingar í fongslunum vegna sítt mótmælisvirksemi.
– Hon hevur goldið ein høgan prís fyri mannarættinda- og fríðarvirksemi sítt, segði forkvinnan.
– Hon hevur ikki kunna arbeitt sum alisfrøðingur og verkfrøðingur. Í fleiri áratíggju hevur hon verið eyðmýkt, og hon er handtikin 13 ferðir.
Mohammadi heur sitið í Evin-fongslinum síðani 2021.
Hon er sambært NRK fjórði friðarheiðurslønarmóttakari í søguni, sum hevur sitið í fongsli, tá heiðurslønin er handað. Tað sama var í fjør, tá Ales Bjaljatski úr Hvítarusslandi í fjør fekk heiðurslønina.
/ritzau/