- Eg síggi ein stóran vanda í, um virðingin fyri sjófólki okkara og teimum, sum varða av, hvørvur í okkara, segði borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, tá hon setti sjómannadagin leygardagin.
Í setanarrøðu sínari vísti hon á, at virðingin fyri vinnuni má ikki fara fyri bakka.
- Vit vita øll, at so satt sum vit liva, so fara vit at uppliva broytingar eisini í fiskivinnuni. Hinvegin síggi eg ein stóran vanda í, um virðingin fyri sjófólki okkara og teimum, sum varða av, hvørvur í okkara samfelag og serliga har, sum politisku og umsitingarligu avgerðirnar í samfelagnum verða tiknar.
Heilt nátúrliga er tað so, at har innlitið er lítið ella avmarkað, har økist vandin fyri manglandi virðing, og tí er so umráðandi, at høvuðsvinna okkara og tey, sum virka í henni, ikki gerast ósjónlig.
Her er nógv broytt seinastu áratíggjuni, og vitanin um fiskivinnuna millum manna er nógv svunnin, tíverri. Fyri mong av okkum er sjó- og fiskivinnan bert nøkur tøl á einum arki, tí innlitið í hesa aldargomlu vinnu er so avmarkaður eisini á løgtingi, í landsstýri og hjá teimum, ið umsita málsøkið.
- Tí er tað so umráðandi, at vit hava tiltøk sum Føroya Sjómannadag, har bæði sjófólk og aðrir samfelagsborgarar fáa høvi at hittast, og har møguleikar eru at síggja og uppliva hetta umhvørvið á ymiskan hátt.
- Latið okkum minnast til, at føroyska fiskivinnan er ikki bara nøkur tøl. Hon er ein stór og fjøltáttað skipan, sum í væl meira enn eina øld hevur ment seg, samstundis sum hon hevur verið liviðbreyðið hjá okkum øllum, sum á hesum klettum liva og virka, segði Gunvá við Keldu millum annað í røðu sínari.