Sjálvandi skulu vit lækka avgjøld á hybridbilar

Hybrid bilar er ein góð millumloysn, áðrenn vit skifta yvir til elbilar.

Tað sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyniservice í Havn, sum selur Toyotabilar og sum eisini eigur bilasøluna Autoservice, sum selur Opel, Peugeot og Nissan.

Tað eru longu 18 ár síðani, at Reyni Service seldi fyrsta hybridbilin, sum er seldur í Føroyum, ið var ein Toyota Prius. Síðani tá eru seldir umleið 600 Toyotabilar við hybridtøkni. Toyota er frammalaga við hybrid-tøkni, og flestu modellini fáast sum hybrid.

– Men prísurin hevur verið stóra avbjóðingin. Hybridbilarnir eru munandi dýrari enn somu bilar við bensin ella diesel, og tað er ein trupulleiki, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service.

Hann heldur, at tað er einki at ivast í, at avgjøldini skulu lækka á hybridbilum, tí teir eru grønari enn bensin- og dieselbilar, og teir eru ein fín millumloysn, til vit hava skift bilparkina út við elbilar og vetnisbilar.

Sámal av Reyni sær fyri sær, at vit í framtíðini fara at hava elbilar og vetnisbilar, sum einki CO2 útlát hava.

– Eg ímyndi mær, at pendlarar fara at hava vetnisbilar, meðan hini, sum ikki koyra long strekki dagliga, fara at hava elbilar, sigur hann.

Umframt hybridbilar hevur Toyota eisini plug-in hybrid bilar, sum eru bilar, sum umframt brennievnismotor eisini kunnu løðast og koyra við elmegi. Eitt nú Toyota Prius og Toyota Rav, sum standa til at koyra 75 km við elmegi. Tað merkir, at fólk, sum eitt nú koyra í Havnini dagliga fyri tað mesta kunnu koyra við elmegi, um tey løða bilin hvønn dag.

Um øll fóru at keypa elbilar, hevði tað verið ein avbjóðing fyri landskassan, sum fær hundraðtals milliónir krónur inn í avgjøldum upp á bilar.

Men hóast gjøldini verða lækkað fyri hybridbilar, so fara inntøkur landskassan ikki at minka sum so, sigur Sámal av Reyni.

##med2##

– Vit hava roknað upp á tað, og faktiskt fær landskassin meira burturúr, um vit selja hybridbilar. MVG'ið verður hægri. Sjálvt virðisavgjaldið fer at lækka, men landskassin fer at fáa meira inn í mvg og øðrum avgjaldi, sum hybrdibilarnir hava, so sum gatt toll fyri battarípartin, sum er gjørdur uttan fyri ES, sigur Sámal av Reyni.

– Út frá teimum útrokningum, sum vit hava, so fer landskassin einki at missa.

Sámal av Reyni sigur, at tað hevur verið ein ávísur ótti hjá fíggjarnevndini, um landskassin fór at missa nógvar pengar av hesum.

– Vit hava áður, fyri fleiri árum síðani, verið á fundi við fíggjarnevndina um hetta, og tá var tann óttin frammi. Men útrokningar staðfesta altso, at meira liggur eftir í landskassanum, hóast bilarnar fáa ein lætta í virðisavgjaldinum, sigur hann.

Skuldu øll lagt um til elbilar í senn, so var stórt hol í landskassanum, sum misti hundraðtals milliónir. Somuleiðis hevði tað verið ein stór avbjóðing hjá SEV at nøktað tørvin.

– Tí síggja vit hybridbilar sum eina góða millumloysn, sigur Sámal av Reyni.