Sjómansprestastarvið  ein kristin kriminalsak

Sjómansprestastarvið
 ein kristin kriminalsak

ESSAY Í SEKS PØRTUM
Føroyska sjómansprestastarviÐ
Essayistur: Ólavur Rasmussen

Við jøvnum millumbilum hevur ónøgd verið frammi í føroyskum bløðum um føroyska sjómansprestastarvið, serliga við atliti at sjálvari setanini. Ì komandi Sosialunum fer Ólavur Rasmussen, sóknarprestur og fyrrverandi sjómansprestur, at geva eina lýsing av hesum máli, sum hann kallar eina kristna kriminalsak.
Fáur ella kanska eingin hevur so stórt innlit í í hesum máli sum Ólavur, tí tað var hann, sum upprunaliga fekk hugskotið at skipa eitt føroyskt sjómansprestaembæti, í samstarvi millum føroysku- og donsku sjómanskirkjuna og Føroya landsstýri. Ólavur Rasmussen sat eisini í nevndini, sum mentamálaráðið setti at gera álit í málinum, og fall tað Ólavi í lut at hava alt samskiftið við leiðsluna í donsku sjómanskirkjuni, meðan álitið var í gerð.
Í greinarøðini kemur mangt og hvat undan kavi, og í seinasta tátti verður avdúkað, hví hesi essay hava fingið heitið: Ein kristin kriminalsak.

Ólavur Rasmusen

1. partur

Um vártíðir fyri knøppum trimum árum síðan fekk undirritaði eitt hugskot. Eg visti, at danska sjómanskirkjan lá í tungum fíggjarligum sjógvi, og at tað sama var galdandi við føroysku sjómanskirkjuni. Hugskotið fekk eg púra einsamallur umborð á Smyrli á veg til Havnar; hann lá skarpur eysturyvir, so líkindini kundu verið betri at sigla, men vit høvdu rákið við okkum og Paula á brúnni.
Sum so mangan stóð eg á dekkinum og læt bara tankarnar fara. Eg hugsaði um túrarnar í Grønlandi, á Føroya grunnum og undir Íslandi, um Jógvan Ingvard á Stapanum, Dánial Paula á Hvítanesi og Jákup á Norðsøka, hesar meinkunnugu menn, sum tóku sær so væl av okkum, sum ungir fóru til skips. Mamma lærdi meg at gera uppbakaða sós og forlorna haru kvøldið fyri eg sum 13 ára gamal fór sum kokkur við norðsøkjandi skútuni, sum eftir hvat ið sigst hevur ført so kendar menn sum sjálvan Göering. Manningin var ikki heilt álvulig, tá ið mamma, snimma á morgni, bordaði skipið at reiða upp í koyggjuni. Tað boðaði ikki frá góðum fiskiskapi, at eitt konufólk vísti seg umborð beint áðrenn lagt varð frá landi. Men mamma gjørdi øllum til skammar; vit høvdu rokfiskiskap!
Takksemi iljaði kroppin sum eg stóð og leit vestur á Skúvoynna, meðan havið, hetta fantastiska elimentið, fylti sinnið. Òtrúligt, sum hetta flatbotnaða skipið Smyril hevur roynst okkum væl.
Umstøðurnar at gera mat umborð á Norðsøka vóru út av lagi, og møguleikarnir at goyma matin uppaftur verri. Gloymið ongantíð tá ið tann forlorna haran kom á borðið; hetta var fyrstu ferð ein slíkur rættur varð borðreiddur har umborð, og mennirnir ótu, sum um teir ikki høvdu sæð mat áður. Àtta dagar seinni gjørdi skiparin meg varugan við, at teir máttu fáa forlorna haru aftur, tí at manningin tosaði ikki um annað.
Farsrullurnar lógu ovast undir ísinum í lastini, men eg sá straks, at ísurin hevði fingið so keðiligan lit. Grópaði eftir kjøtinum og illgrunin varð staðfestur við tað sama; kjøtið luktaði rotið, eins og ein av hesum stillu lúnsku fretunum. Eg gjørdist í døpurhuga, fór upp á brúnna og segði skiparanum, hvussu vorðið var. Tá var tað at Jákup við síni hásu rødd segði hesi berømmiligu orðini: "Koyr nokk av salti og pipari í, og sig einki!" Eg protesteraði, kjøtið var ikki munnbært. Men øll mótmæli vóru til fánýtis, haran skuldi á borðið.
Eg elti kjøtið, og oysti salt og pipar í. Bilti mær inn, at tað bøtti um luktin, men deymurin úr gassovninum var ikki til at fara skeivur av. Ein tíma seinni var klárt at skaffa. So skjótt sum manningin hevði sett seg og gramliga byrjaði at skera stórar lunsar av haruni niður á borðiskarnar, slapp eg mær út á dekkið, heilt fram á bakkan, har mín snella stóð allar teir mongu túrarnar við Norðsøka. Eg ivaðist í, um eg sjálvur kláraði at sigla skipið til lands, tí at menninir doyðu av døgurðanum, tað ivaðist eg onga løtu í.
Glaður var eg, tá ið tann fyrsti maðurin kom fram á dekkið, hann hevði etið seg um rygg, hevði ikki fingið so góðan døgurða í lívinum. Eg tók ein stóran, blankan tosk innanborða, tá ið hinir menninir eins fegnir og tann fyrsti, sprellivandi komu út úr messuni; hetta má í hvussu so er vera eitt prógv um Guðs eksistens, hugsaði eg við mær sjálvum, og tók tann næsta toskin inn.
Men manningin var von við mangt slíkt. Tá ið 14 dagar vóru farnir lógu rugbreyðini so moðin niðri í einum kassa í kahúttuni, at tey sóu út sum loðnir frensar. Hetta er vónleyst, mól tað í mær. Men Jóhannes á Gadd visti betur, og lærdi meg eitt stórt kynstur, at skera alt tað tjúkka, grøna, loðna slýggið burtur, so bara ein smøl ál av reinum breyði var eftir. Eftir einari løtu í gassovninum var gallan fylt við tí fínasta anga av nýbakaðum breyði, og álin var pumpað upp til nátúrliga stødd!
Tá ið Smyril var komin um Dalsfles, fekk eg hugskotið; at skriva eitt bræv til Føroya landsstýri, og skjóta upp eitt samstarv við donsku sjómanskirkjuni, tí eg visti hvussu moyrir Claus Harms og Ronald Pedersen, oddamenninur í donsku sjómanskirkjuni vóru, sum fíggjarliga støðan hjá teimum var. So moyrir, at tað fór ikki at vera nakar trupulleiki at fáa ein sáttmála, sum gav føroyingum ávirkan í mun til játtaða peningin, samstundis sum vit fingu nýtlsurættin til eina av teimum donsku sjómanskirkjunum; eitt samstarv, sum er púra vanligt millum onnur norðan-lond. Og at nevndin í føroysku sjómanskirkjuni fór at taka undir við hesum var eingi ivi um, tí at har var eingin fíggjarlig orka til nakað líkindaligt arbeiði fyri føroyskar sjómenn.
Sum hugsað so gjørt; beina kós niðan í bispagarðin at leggja uppskotið fyri Hans Jacob. Hans Jacob var fyrndarblíður, skilti straks essensin í uppskotinum, skonkti kaffi, og bað meg skriva brævið beinanvegin, um sjómanskirkjan einki hevði ímóti tí, væl at merkja. Àðrenn eg setti meg við telduna inni á bispaskrivstovuni, ringdi eg til Jógvan Fríðriksson, formannin í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuna og spurdi hvat hann helt. Hann helt, at uppskotið var frálíkt, og gav mær, eins og biskupur, grønt ljós til beinanvegin at orða eitt rit at senda landsstýrinum.
Løtu seinni, eftir smávegis fínpussingar saman við bispi, var brævið til landstýrið liðugt skrivað. Ringdi inná Gjaranes, las brævið, sum varð góðtikið, og einar tveir tímar aftaná at eg var komin í land av Smyrli fór brævið í postkassan. Og soleiðis sum avtalan var, hevði eg vegna føroysku sjómanskirkjuna sjálvur skrivað undir brævið.
Tá ið eg fór út úr bispagarðinum var tað við eini góðari kenslu av, at kanska fór okkurt munagott at spyrjast burturúr hesum uppskoti, so at føroyska sjómanskirkjan kundi gerast meira kend her heima, men ikki minst, til frama fyri okkara siglandi fólk. Havi sjálvur starvast sum sjómansprestur í fleiri ár, og veit hvussu stóran týdning tað hevur fyri sjófólkið, at heimlandið, so ella so, er til staðar í fremmandari havn.
Hevði eg vitað, at málið fekk ta lagnu sum ta fekk, skuldi eg havt hildið tankarnar umborð á Smyrli fyri meg sjálvan. Tí at eg noyddist skjótt at ásanna, at reiðiliga hálvrotnu farsrullurnar í bliknaða 8 daga gamla ísinum umborð á Norðsøka einki vóru at rokna í mun til tann ringa roykin, sum skjótt kom undan kavi millum mínar egnu starvsfelagar. Hevði eg av illum latið ein ávísan annan persón fingið kensluna av, at tað var hansara uppskot, so hevði pípan frá byrjanini av ivaleyst fingið annað ljóð. Men tað er, sum kunnugt, so lætt at vera klókur aftaná.
Seinni skuldi málið vísa seg at gerast nógvar ferðirnar álvarsligari.

(framhald)