LeikREAD - Nordic Reading Festival - varð skotin í gongd í gjárkvøldið.
- Áskoðarar, sum koma oman í Tjóðpallin hetta vikuskiftið, fáa av sonnum ein heildarpakka: Fleiri enn 20 av teimum bestu føroysku sjónleikarunum her á landi framføra og fleiri av teimum yrkisleikarum, sum búgva uttanlands, eru komin til Føroya hetta vikuskiftið at framføra á fyrsta "reading" festivali í Føroyum nakrantíð.
Tað sigur Leikarafelagið.
- Millum tey, sum búgva í Danmark og eru komin higar, eru eitt nú Eyðun Johannessen, Annika Johannessen, Annika Hoydal, Marita Dalsgaard og Sofía Nolsøe. Tey eru øll komin heim at vera við í LeikREAD.
Leikarafelagið vísir á, at fleiri ungir føroyingar, sum nema sær útbúgving á sjónleikaraskúlum uttanlanda, eisini eru komin heim til tiltakið. Hesi eru eitt nú Mariann Hansen, Nikolaj Falck, sum ganga á leiklistaskúla í Íslandi og Durita Dahl Andreasen, ið nemur sær útbúgving sum sjónleikari í Århus.
- Harumframt eru ein ørgrynna av teimum leikarum, sum vit kenna frá mongum leikum í Føroyum, Hans Tórgarð, Ria Tórgarð, Bárður Persson, Beinta Clothier, Hjálmar Dam, Birita Mohr, Adelborg Linklett, Súsanna Tórgarð og fleiri onnur.
Leikarafelagið leggur aftrat, at áskoðarar fáa ein samlaðan heildarpakka - undirhald, sjónleikarar, bestu leikrit í Norðurlondum, eins og Sirkus hevur barr í stegðunum.
Viðheftu myndir, sum Birita Malunardóttir hevur tikið, vórðu tiknar á Nordic Reading Festivali í gjárkvøldið.