Sjónveik – men sterk

– Eg kann ikki saman­bera meg við ein blindan. Eg meini, – summi eru starblind, men eg havi hóast alt eina sjón. Og hesa sjónina royni eg eisini at brúka til naka­ð fornuftigt, sigur blinda vestmanna­konan, Anna Nielsen, sum sær ljóst upp á framtíðina

Vestmanna: Tað er kalt og frost uttandura. Minus seks á Vestmannavegnum. Men innandura her á Ovaravegi 41 er bæði heitt og fjálgt. Sjónvarpið er tendrað.

Natio­nal Geographic. Tætt frammanfyri sjónvarpið situr Anna Nielsen.

Brill­ur­nar eru á nøsini og í hond­unum hevur hon stokk­ar­nar.

Hon fer uttar í køkin. Kem­ur inn aftur eina løtu seinni við einum kaffikoppi í einu hondini og heima­bak­aðum køkubita í hinari. Ein av yndissendingum hennara er á skránni. Her má einki fara framvið. Anna vil fáa alt við. Hon vil síggja alt.

Ein púra vanlig sjón í mong­um føroyskum heim­um, – um tað ikki júst var fyri tað, at 61 ára gamla kvinn­an er rættiliga sjón­veik. Og tað hevur hon ver­ið seinastu 30 árini av lívi sínum.

– Tað byrjaði við, at sjón­in bleiv tokut og alt tóktist at flimra fyri mær.

Í dag er sjónin bara versnað, og er nú undir 3 prosent og síðu­sjónin einans 10 stig, greið­ir Anna Nielsen frá. 


Svimur og ferðast

Hesin veruleikin hevur kort­ini ikki tikið lívsmótið ella lívsgleðina frá henni. Onkur hevði helst farið niður við nakkanum við ein­um slíkum ógvusligum likamligum breki. Men ikki hon.

– Eg havi faktiskt ongatíð hildið, at hetta brekið var so alvorligt, hóast fleiri í míni familju eru sjónveik. Eg veit ikki rættiliga hví, - men eg havi altso heldur ikki hugsað um, at tað er forferdiligt at vera sjón­veik.

– Sært tú, – eg havi bara tikið dagarnar sum teir eru komnir, sigur Anna.

Tað kann hon siga eisini siga av røttum: Hon er gift; býr í egnum húsum í Vestmanna; eigur tríggjar gentur og 7 ommubørn.

Ikki nokk við tað, so dámar henni væl at fara til handils at keypa inn. Men tað krevur sína fyrireiking:

– Áðrenn eg fari til hand­ils sorteri eg krónustykkini í ymiskar lummar. So veit eg altíð, hvar 10 krónurnar ella 20 krónurnar liggja. Missi eg eina mynt á gólvið, konsentreri eg meg 100 prosent at fylgja við, har hon trillar. Eg skal so ikki standa har og leita.

– Tað er ringt at síggja mun á vørunum á handils­hillunum. Til dømis eru øll kryddarí’ini í eins pakkum, og bókstavirnir eru sera ringir at lesa hjá mær.

Hon er við í einum bindi­klubbi í Vest­manna, sum aftur í summar ætlar sær uttanlanda at ferð­ast, hesaferð til Gran Canar­ia. Hon elskar at svimja á sjónum, saman við hinum djørvu kvinnunum í Vest­manna, og so er hon tríggjar dagar um vikuna á Sjón­deplinum í Havn.

– Mær dámar væl at hava tað ruddiligt heima við hús. Klúturin glíður van­liga lætt eftir støðunum, men hann møtir líkasum mótstøðu, tá okkurt skitið er fyri. Tað føli eg bein­anvegin.

– Nei tú. Mítt lív er ikki so nógv øðrvísi enn hjá øðrum. Eg havi so valt ikki at seta meg í ein stól, hendur í favn og bara kúra. Eg vil hava nakað burtur úr lívin­um! 


At skeita til høgru

Liðin eru meiri enn 25 ár, síðani Anna fekk staðfest at hon var sjónveik.

Hetta kom ikki óvart á hana, tí sjúka hennara – retinitis pigmentosa - hevur rakt trý av sjey systkjum.

Hon gjørdist av álvara varug við støðuna ein januar­morgun í 1985, tá hon var á veg til arbeiðis sum vanligt á flakavirkinum í heimbygdini. Hon kom út fyri dyr, men legði tá merki til, at hon sá ikki so væl við høgra eyga.

»Linsan er sikkurt dottir úr«, hugsaði hon. Men so var ikki.

Linsan sat akkurát sum hon skuldi, og nú sá hon av álvara støðuna í eyguni: – Eg eri við at gerast sjónveik. Sjúkan kann standa í stað, men hon kann eisini versna.

Anna fór kortini til ar­­beiðis henda morgunin, hóast sjónin versnaði dag frá degi. Veika sjónin gjørdi sítt til, at hon ikki kundi arbeiða við flekiborðini, so hennara arbeiði kom at vera við vektini og flokkarin.

At standa soleiðis við vektina og syrgja fyri, at eskjurnar vigaðu tað sum tær skuldu, er fyri onkran eitt einfalt arbeiði. Men fyri Anni var hetta ein strævin tíð, hóast henni dámdi ar­­beiðið væl. Orsakað av sjón­­breki sínum, sá hon best tey digitalu tølini á vektini, um hon skeitti til høgru.

– Eg fekk so øgiliga ilt í høvdið av hesum, og fekk haraftrat eina borandi pínu niður í eygað. So har var tíverri einki hjá mær at gera: Eg mátti bara gevast heilt við fiskaarbeiðinum í 2002, greiðir Anna frá.

Onkur annar hevði helst fallið í fátt av slíkum álvars­ligum afturstigi, men ikki Anna. Hon er av slíkum bergi brotin, at hon kann ikki annað, enn vera í sving. Og var tað ikki tí at ein visti tað, so er trupult at fáa eyga á likamliga brek hennara.

– Eg havi eitt gott lív, og fái ta hjálpina sum eg havi brúk fyri, slær hon fast. Av sonnum ein sterk sjónveik kvinna.

_ Eg havi onga orsøk at grenja um nakað. Fyri tað, um ein er sjónveikur, má ein ikki fella í fátt og bara seta seg inn at kúra og stúra. So stoytir tú bara onnur frá tær. 


Hoyri bussin

Tað kundi verið so nógv at tikið fram um hesa 61 ára gomlu kvinnuna. Men ein broyting hendi fyri 10 árum síðani, tá hon á fyrsta sinni kom í samband við Sjón­depil­in í Havn – tað sum fyri fáum árum síðani kall­aðist Blindastovnurin. Hetta sambandið hevur hon ikki angrað eina einastu løtu.

Tríggjar ferðir um vikuna tekur hon bussin úr Vest­manna til Havnar, har hon gleðir seg til at møta øllum teimum kendu andlitunum á deplinum. Hóast sjón teirra er ymisk, eru hesir dag­­arnir at meta sum hátíðar­dagar.

Komin til Havnar fer Anna av við SMS, og so er bara at bíða eftir, at leið 2 hjá Bussleiðini skal koma framvið. Við hesum bussin­um koyrir hon út á Frælsið, hagani hon sjálv gongur sei­n­asta strekkið niðan á depilin.

Trupulleikin er bara tann, at leið 1 eisini kemur framvið SMS, men koyrir altso ikki í nánd av Sjóndeplinum.

– Eg síggi ikki tekstin á bussinum, so eg havi simpelthen bara lært meg at lurta eftir teimum. Eg havi funnið útav, at leið 1 bara trillar runt um rundkoyr­ing­ina í SMS og fer so om­an í Steinatún, meðan leið 2 kemur oman eftir R.C. Effersøesgøtu og steðgar her. Tí veit eg - ella hoyri eg – hvør bussurin er tann rætti hjá mær at taka, greiðir hon brosandi frá.

Tað ræður nevniliga um at taka rætta bussin og at skunda sær til depilin.

Har stendur ein vevur, hjálpar­fólkið Poulina, hinir sjón­veiku brúkararnir, dugna­ligu starvsfólkini og stóra teppi-verkætlan hennara og bíða eftir henni.

– Ja, eg má fáa hetta stóra teppið liðugt, ongatíð ov skjótt. Tí so kann eg fara undir tað næsta beinan­vegin!







Dagsskráin

hósdagur 25. februar 2010


8.00: Úr Vestmanna til Havnar við Bygdaleiðum. Anna fer av við SMS, og tekur síðani Bussleið 2 út á Frælsið

9.15: Komin á Sjóndepilin. Byrjar at gera vevin kláran

10.00: Kaffi og frukt. Ger vanliga fimleik saman við hinum, men í dag hevur Anna ikki stundir til tað, tí teppið skal fáast uppá vevin, áðrenn hon fer heim

12.00: Matsteðgur. Nógv er at velja ímillum á matarlepanum, men í dag keypir Anna suppu til matna. Situr og prátar við hini. Onkutíð kunnu tey práta til kl. 13, men vevurin skal altso gerast klárur, so hon situr bert til kl.

12.45

15.00: Kaffisteðgur

15.30: Bilur kemur eftir teimum

16.15: Bygdaleiðir fer av Farstøðini til Vestmanna. Fer av við gamla posthúsið, gongur niðan til handilin hjá Sigurdi og keypir inn. Møtir ommudóttrini, Tanju og sigur hon, at tey fóru at baka heima hjá teimum í kvøld.

17.10: Við hús

17.30: Maðurin hevur gjørt góðan føroyskan døgurða - grind, spik og epli.

21.00: Hugnaligt kvøld hjá dóttrini, Sigrid, saman við húsfólkinum og eini aðrari dóttur, Jórun.