Teir somalisku sjórænararnir hava rænt fýra skip síðani mánadagin Fyrst rændu teir somalisku sjórænararnir eitt saudiarabiskt tangaskip um vikuskiftið, og síðani hava teir tikið fýra skip afturat.
Í gjár rændu teir eitt farmaskip úr Hongkong úti fyri jemensku strondini, og stutt haðani tóku teir eitt kinesiskt farmaskip, sum var á veg til Iran við korni.
Í morgun skriva tíðindastovurnar, at sjórænararnir hava eisini tikið eitt grikst farmaskip og eitt teilendskt fiskiskip.
Fleiri herskip eru á leiðini úti fyri somalisku strondini, men tey megna ikki at forða sjórænarunum, skrivar Reuters.